Er tað ikki júst ”normalt” at siga noy til rúsdrekka?

Flestu øll ynskja at vera normal. Men av einari ella aðrari orsøk eru tey, sum als ikki nýta rúsdrekka, komin í tann bólkin, at tey skilja seg burtur úr fjøldini.

At roykja og sutla rúsandi løgir í seg frá morgni til myrkurs er ikki einans ”okey”, men at rokna sum normal atferð ella eitt must á festivalum o.ø. tiltøkum.

 

Soleiðis skrivar John William Joensen í Norðlýsinum, og sigur víðari:

– MEN – Er ikki okkurt galið, tá man ikki kann savnast saman við vinfólkum og uppliva tónleik uttan rúsandi evnir? (…) at fylla seg við rúsevni/drekka, og lata ungdómin sleppa at renna “hornini” av sær á festivalum, verður bólkað sum mennandi og vanlig sosial atferð. Rúsevni geva kreativu evnum og tonkum flog, hava so mætir menn og humanistar sum John Lennon og Kris Kristoffersen sagt.

 

Í greinin kemur John eisini inn á evnið um at vera ráddur um at royna rúsevni, tá mann hevur krabbamein, sclerosu, parkinson o.s.fr..

 

Hann endar síðani við at siga:

 

– Tað er OK at siga noy takk til Rúsdrekka.

– Best er um vit øll hildu okkum til “vit og skil” – men tað er ikki lætt at vera ungdómur og tað hevur tað ongantíð verið.

 

 

Les alla greinina á nordlysid.fo: Er tað ikki júst ”normalt” at siga noy til rúsdrekka?