Forsíða
| Sólfríð Maria í Rók

Edrúur oktobur

“Sober October” er eitt heilsuátak, sum hevur verið síðan 2012. Við slagorðunum “Drik mindre – oplev mere!” eggjast fólk at hava ein rúsfrían mánað.

Nykterhetsrörel-s Educational Association (NVB) byrjaði svenska átakið fyri trimum árum síðani, og sum nú hevur breitt seg yvir fleiri lond.

Anna Galin, leiðari fyri átakinum, greiðir frá, at tey m.a. royna at vísa svensku matstovunum og vertshúsunum á fyrimunirnar við at fara eins væl við øllum kundum, uttan mun til um tey drekka rúsdrekka ella ikki. Hetta eigur ikki at vera nakar trupulleiki, tá úrvalið av rúsfríum drykkjum nú er so stórt, sigur hon.

 

Bloggari sigur frá egnum royndum

Nathalie Vassallo greiðir á bloggi sínum frá hennara fyrstu roynd við “Sober October”.

At byrja við dugdi Nathalie ikki at síggja, hvussu hon skuldi yvirliva mánaðin, tí hvussu kann mann hava tað stuttligt uttan rúsdrekka? Tað vardi tó ikki leingi, áðrenn hon vandi seg við at vera rúsfrí.

Ein vinkona bjóðaði henni heim til sín at vera, meðan hon skuldi rudda húsið. Nathalie dugdi ikki at síggja, hvat stuttligt lá í tí, men hon segði so ja. Kvøldið endaði við at tær tosaðu um mangt ymiskt, tær annars ikki høvdu tosað um, og tær komu tí at kennast enn og betur, og blivu ta løtuna ríkari.

Av hesum rúsfría mánaðinum opnaðust eygu hennara fyri, hvussu ríkt tað er at vera rúsfrí saman við vinum.

Nathalie heldur ikki, at tað er ein trupulleiki, tá vinir møtast til ein drykk, men harafturímóti er tað ein stórur trupulleiki, um tað verður einasti máti at hugna sær saman. Um støðan er so, er ein edrúur mánaður ein góður møguleiki, at opna eyguni fyri øðrum síðum av hugna.

 

Um tú kundi hugsað tær ein edrúan mánað, men ikki náddi tað í oktobur, so er ein møguleiki at byrja í morgin 1. novembur.

 

Les alla frágreiðingina hjá Nathalie Vassallo: What I Learned From ‘Sober October’

 

Tags: