Drekkur ES framtíðina burtur?

Hósdagin, 27. november, savnaðust 300 umboðsfólk fyri ymisk heilsumálaráð, Europastovninum, heilsuserfrøðingar, og stúrnir íleggjarar í Brussels. Endamálið var at fáa Europastovnin við Jean-Claude Juncker sum leiðara, at leggja eina ætlan og gera nakað við at fyribyrgja rúsdrekkanýtslu og minka um byrðina, rúsdrekkanýtslan hevur á samfelagið.

Europeiska Samveldið hevur hægstu rúsdrekkanýtslu í heiminum (10,2 litrar av reinum alkoholi per persón) og rúsdrekka leiddi til 1 út av 7 deyðsføllum hjá monnum, og 1 út av 13 deyðsføllum hjá kvinnum í aldrinum 15-64 ár, skrivar Eurocare á síni heimasíðu. Hetta merkir, at 120.000 fólk doyði ov tíðliga vegna rúsdrekka í 2013.

Rúsdrekka er orsøkin til eini 60 ymisk sløg av sjúkum, m.a. krabbamein, livrasjúkur, hjarta- og æðrasjúkur, og maga- og tarmsjúkur. Kanningar vísa eitt klárt samband ímillum rúsdrekkanýtslu og krabbamein – 10% av krabbameini hjá monnum og 3% hjá kvinnum eru beinleiðis orsaka av rúsdrekkanýtslu.

Afturat tí neiligu ávirkan, rúsdrekka hevur á heilsuna, so leiðir rúsdrekkanýtsla til stórt sosialt og fíggjarligt tap. Samlaði samfelagskostnaðurin í ES í 2010 fyri rúsdrekkanýtslu varð mettur at vera 155,8 milliónir evrir.

– Trupulleikin við skaðum, orsaka av rúsdrekka kann síggjast í samfeløgum allastaðni í Europa. Ein víðfevnandi ætlan og hugburður til at takla hesar skaðar, kundi bjargað fleiri túsund lívum og er ein íløga í at gera okkara heilsuskipan haldgóða, segði Mariann Skar frá Europan Alcohol Policy Alliance, ið skipaði fyri European Alcohol Policy ráðstevnuni í Brussels – tí sættu í røðini.

ES rúsdrekkastrategiin um at stuðla ES limalondum við at minka um skaðar, orsaka av rúsdrekka var ætlað fyri tíðarskeiði 2006-2012. Sætta European Alcohol Policy ráðstevnan setti ljóskastaran á, at manglandi dagførda rúsdrekkastrategiin hjá ES, í ljósinum av nýggjastu kanningaúrslitum, og í sambandi við broytingar í samfelagnum, (t.d. hvussu rúsdrekkalýsingar hava flutt seg frá vanligu lýsingarháttunum til alnótina, so sum Facebook og aðrar sosialar miðlar) er ein hóttan ímóti at minka um skaðarnar av rúsdrekka í Europa.

Ráðstevnan varpaði ljós á, hvussu umfatandi skaðar, orsaka av rúsdrekka, eru, m.a. á heilsuna hjá tí einstaka, hjá øðrum runt um, og samfelagið sum heild.

Ráðstevnan viðgjørdi eisini summi av teimum mest átrokandi evnunum innan avmarking av rúsdrekka:

-Hví skulu rúsdrekkadrykkir sleppa undan at skriva á, hvat er í, so sum allar matvørur og aðrar drykkivørur annars skulu?
– Skal prísurin á rúsdrekkadrykkum tillagast fyri at kompensera skaðan, drykkurin kann hava, t.d. skattur ella ein minstiprísur pr eind?
– Hvussu skipa eina vælvirkandi avmarking fyri rúsdrekkalýsingar á alnótini?

Kelda: eurocare.org

 

Skrivað hevur Lív Justinussen