Bjargaður úr alkoholrúsinum
Annfinnur Garðalíð starvast í dag sum formaður í Føroya Skipara- & Navigatørfelag. Fortíðin hjá honum hevur verið rættiliga buldraslig og sera nógv merkt av rúsdrekka. Men hann varð bjargaður úr hesum
– Tað var eitt øgiligt drekkarí hjá mær. Eg var konstant í fyllskapi, og ofta visti eg ikki, hvat eg hevði gjørt. Tað var heilt galið, sigur Annfinnur.
– Nú eru 18 ár síðani eg kom burturúr drekkarínum. Tað var fantastiskt. Eg má siga, at tað er ein heilt ótrúlig gleði at vera edrúur, sigur tann nú 48 ára gamli Annfinnur.
Rýmdi úr skúlanum sum 14 ár
Annfinnur er uppvaksin í Vestmanna. Tann yngsti av 5 systkjum. Hann hevði góðar vinir, og teir spældu og upplivdu annað, sum teir flestu smádreingir gjørdu. Men tað var lætt hjá honum og systkjunum at fáa fatur á rúsdrekka og sum heilt ungur royndi hann hetta fleiri ferðir, uttan at tey vaksnu vistu av.
– Eg hevði eitt sindur av hesum í mær at gera uppreistur. Sum 14 ára gamal tímdi eg ikki at ganga í skúla meira, og eg rýmdi heim. Eg var illa skeldaður, men eg fór ikki í skúla aftur, sigur hann.
Eftir eina tíð fór hann at arbeiða hjá SEV, og har arbeiddi hann í fleiri ár.
Umvendur á ungum árum
15 ára gamal var tað ein serlig hending, ið kom at hava sera stóran týdning fyri Annfinn. Hann varð umvendur.
– Magni, beiggi mín, var farin við nøkrum øðrum í bát út í Nólsoyarfjørð til ein russara, ið lá har at keypa sær nakrar fløskur. Men, hvat ið hendi, veit hann ikki. Hann vaknar upp á Politistøðini og verður avhoyrdur. Sjálvur mintist hann einki, hvat hent var. Hann fær tá at vita, at tann eini maðurin umborð á bátinum er saknaður, og hann var ongantíð afturfunnin. Hetta nívdi beiggja mín sera nógv, og ein dagin, meðan hann gongur á gøtuni í Havn, pikkar ein maður á økslina á honum og sigur: ”Harrin hevur sent meg at leita eftir tær”. Tað var so biðið fyri honum og hann varð frelstur.
Alt hetta fortelur Magni beiggja sínum Annfinni.
– Eg vildi tá eisini verða frelstur, og tað varð biðið fyri mær, og eg bleiv frelstur.
Eitt ræðulig drekkarí
Lívið sá nú ljóst út hjá Annfinni. Hann fekk damu, og tá ið Annfinn var 20 ára gamal giftust tey. Tá ið hann var 22 ár, fluttu tey inn í nýggj hús. Men sum 25 ára gamal skildust tey.
– Eg hevði tá í langa tíð næstan ikki nortið rúsdrekka. Hetta var eitt ordiligt niðurlag fyri meg, og tá varð púra galið. Tað var einki skil í. Tað var eitt ræðuligt drekkarí, sigur Annfinnur.
Hesa tíðina hevði hann okkurt forhold, og hann varð eisini giftur aftur og skildur.
Hvar eru vit nú?
Einaferð, sum 30 ára gamal, vaknar hann upp í einum hølum, sum hann ikki kendi. Magni, beiggi hansara, sat við síðunum av honum.
– Eg visti, at hetta var ikki í brummuni, tí har hevði eg verið so ofta. So eg spurdi Magna, hvar vit vóru. Hann sigur ”á Heilbrigdi”. Tá er tað, at eg seti mær fyri, at nú er nóg mikið. Nú skal eg gera nakað við hetta.
Tostin fullkomuliga burtur
Annfinnur fór so í viðgerð á Heilbrigdi og var har í fimm vikur. Hetta gjørdist ein verulig broyting í hansara lívi. Beiggin, Magni, fór ikki í viðgerð tá, men kom burturúr rúsdrekkatrupulleikunum seinni.
– Eg setti mær nøkur ting fyri, meðan eg var á Heilbrigdi. Millum annað setti eg mær fyri, at eitt ár eftir, at eg kom útaftur, so skuldi eg vera roykfríur, og tvey ár eftir, at eg kom útaftur, skuldi eg hava fingið eina útbúgving. Og hetta helt. Eftir eitt ár sum edrúur var eg roykfríur, og eftir tvey ár hevði eg fingið pappírini uppá, at eg var heimaskipari, sigur hann.
– Tostin eftir rúsdrekka er ordiliga burtur. Eg havi ikki merkt hann aftur.
Vælkomin í meinigheit
Eftir at vera vorðin edrúur, hugsaði Annfinnur, um hann var vælkomin aftur í onkra meinigheit við øllum tí, ið hann hevði í viðførinum. Hann møtir tá einum manni í Havnini, ið hann visti gekk nógv á møti. Hesin segði, at hann var hjartaliga vælkomin.
– Eg fór á møti, og eg var hjartaliga móttikin. Eg treivst sera væl har.
Skipari
Annfinnur valdi sjólívið. Hann fekk skiparapappírini, og honum varð sýnt tað álit at føra skip. Hetta var stórt fyri hann. Hann hevur siglt, til hann í 2014 varð valdur sum formaður í Føroya Skipara- & Navigatørfelag og hevur síðani arbeitt har.
Hjálp at seta orð á
Annfinnur giftist aftur.
– Eg møtti Mariann á netinum. Vit gjørdist góð, giftust, og búgva nú á Skála. Vit eiga tvey børn saman.
Tað knirkaði tó eisini í hjúnalagnum hjá teimum – serliga ta fyrstu tíðina.
– Mariann fekk meg við á eitt skeið hjá Agape, sum eitur Sálarrøktar- og Familjuráðgevingarskeið. Eg hevði ikki góðan hug, men eg má siga, at hetta var bjargingin fyri okkum. Hetta var eitt professionelt skeið, og vit fingu sera nógv góð amboð at arbeiða við. Eg fekk eisini í einrúmi yvir fyri einum sálarrøktara sett orð á nógv ting í mínum lívi, sum eingin veit um. Og eg fekk tosað við konu mína um hetta. Eg fekk fyrigeving og lagt nøkur ting afturum meg. Hetta var ein sera, sera stór hjálp fyri meg og okkara hjúnalag. Eg vil avgjørt mæla øðrum pørum eisini at taka hetta skeiðið, sigur Annfinnur.
Orð og mynd: Frants Jensen
Les aðrar spennandi greinar í nýggja blákrossblaðnum