Aðalfundur hjá altjóða Bláa Krossi á Madagaskar

Fjórða hvørt ár er aðalfundur hjá altjóða Bláa Krossi. Fundurin var 3.-6. oktober í Antananarivo á Madagaskar. Umleið 80 fólk úr øllum heiminum vóru við.


Blái Krossur er ein heimsumfatandi felagsskapur við 41 limalondum. Felagsskapurin byggir á tey kristnu virðini og endamálið er millum annað at hjálpa teimum, ið eru komin út í trupulleikar av rúsdrekka ella rúsevnum.
Flestu londini í altjóða Bláa Krossi eru í Evropa og Afrika, men nøkur lond í Suðuramerika og Asia eru eisini við. Umboð frá flest av hesum londum vóru við á aðalfundinum.

 

Nevndin minkað úr 11 til 7

Aðalfundurin er ovasti myndugleiki hjá altjóða Bláa Krossi. Á aðalfundinum vórðu nakrar viðtøkubroytingar gjørdar, millum annað ein, sum minkaði nevndina úr 11 til 7 limir. Hetta var millum annað gjørt, tí tað varð mett sum eitt meira hóskiligt tal av nevndarlimum, men eisini tí at tað er bíligari í rakstri.

Hesi sjey vórðu vald í nevndina, at leiða felagsskapin næstu fýra árini:

Albert Moukolo úr Sveis, formaður, Jan Reinhard, Týsklandi, næstformaður, Hans Eglin, Sveis, nevndarlimur, Rolf Hartmann, Brasil, nevndarlimur, Palsea Phelane, Suðurafrika, nevndarlimur, Fanja Rasolomanana, Madagaskar og Ingalill Søderberg, Svøríki, nevndarlimur. Eykalimur eru Holgar Lux úr Rumenia og Revocatus Nginila úr Tansania.

Albert Moukolo úr Sveis varð sostatt afturvaldur sum formaður.

 

Arbeiðið umskipað

Eitt, ið fylti nógv á aðalfundinum í ár, er fíggjarliga støðan. Fyri nøkrum árum síðani fekk altjóða Blái Krossur nógvar milliónir krónur gjøgnum tað sokallaðu “tv-kampanjuna” í Norra. Tað var NRK, ið hevði árligu sjónvarpsinnsavnanina og pengarnir fóru til verkætlanir hjá Bláa Krossi ymsastaðni kring heimin.

Men fyri trimum árum síðani vóru teir pengarnir uppi. Neyðugt varð tá at umskipa arbeiðið. Talið á løntum starvsfólki er minkað niður í fýra á altjóða skrivstovuni, og skrivstovan er flutt, so at hon nú er á sama staði, har Blái Krossur í Sveis hevur høvuðsskrivstovu í Bern í Sveis.

 

Nógvar tøkkir til Føroya

Arbeiðið er eisini umskipað á annan hátt, soleiðis at blákrosslondini eru meira virkin at fíggja verkætlanir í altjóða arbeiðinum. Blái Krossur í Týsklandi fíggjar soleiðis tvey av starvsfólkunum í altjóða Bláa Krossi, Blái Krossur í Føroyum saman við Bláa Krossi í Sveis fíggjar saman við øðrum altjóða blákrossverkætlan í Kjad.

Sum heild eru afrikonsku londini fátøk og geva ikki fíggjarliga tað stóra ískoyti til altjóða arbeiði. Tað eru hinvegin londini í Evropa, ið geva meir fíggjarliga, og Blái Krossur í Føroyum, er millum tey blákrosslondini, ið stuðla mest fíggjarliga, millum annað við pørtum av landsinnsavnanini og stuðli frá Føroya landsstýri til blákrossverkætlan í Kjad. Hetta varð fleiri ferðir nevnt á fundinum, og Blái Krossur í Føroyum fekk nógvar tøkkir fyri okkara góða íkast til altjóða arbeiði.

 

Leggja dent á fyribyrging
Altjóða Blái Krossur hevur síðstu árini lagt dent á at víðka og betra um samstarv við aðrar felagsskapir, ið arbeiða innan nakað tað sama økið, ið Blái Krossur arbeiðir við. Millum annað er størri samstarv komið við IOGT, Eurocare og Gapa.

Anne Babb, aðalskrivari hjá altjóða Bláa Krossi, sum var í Føroyum í juni í ár, legði eisini dent á, at roynt verður at arbeiða meira fyribyrgjandi. Hon vísti tó á, at tað neyðugt er at gera eitt áhaldandi fyribyrgingararbeiði í øllum blákrosslondunum kring heimin.

 

Paraguay og Kuba
Arbeitt verður við at byrja blákrossarbeiði í nýggjum londum, og eitt av nýggjastu londunum, ið eru byrjað blákrossarbeiði, eru Paraguay. Vónandi verður heldur ikki leingi til blákrossarbeiði byrjar í Kuba.

Tvey av londunum, ið ikki hava verið so virkin í altjóða blákrossarbeiðinum, eru nú komin við í altjóða arbeiði aftur. Talan er um Frakland og Japan.

 

Madagaskar
Aðalfundurin varð hesaferð hildin á Madagaskar. Á oynni út fyri eysturstrond Afrika búgva umleið 22 mió fólk. Tað er sera fátæktsligt, og umleið 90 prosent av fólkinum hava bara tveir dollarar at liva fyri um dagin.

Vit sóu fátækradømi mest sum allastaðni, har vit vóru. Nógvir biddarar, bæði børn og vaksin. Tað vóru opnar kloakkir, neyðarslig hús nógvastaðni, akførini á vegnum vóru í vánaligum standi, og fólk máttu rinda nógvar pengar áðrenn tey fingu nakra læknahjálp.
Kortini so sóu vit nógv glað, smílandi og fyrikomandi fólk.

Blái Krossur á Madagaskar er dugnaligur á fyribyrgjandi økinum, og tey hava til dømis gott samband við høgtstandandi politikarar, og millum annað hevur tað ført við sær, at politikararnir hava samtykt ein rúsdrekka- og rúsevnispolitikk, ið millum annað setir avmarkingar fyri rúsdrekkalýsingum. Hetta er annars ikki vanligt í afrikanskum londum.
Tað eina kvøldið ótu vit ein døgurða saman við nøkrum politikarum og høgtstandandi embætisfólkum, og tey róstu blákrossarbeiðinum.

 

Mynd: Nýggja nevndin í altjóða Bláa Krossi saman við eykalimum. Umboðið fyri Suðurafrika manglar tó á myndini. Anne Babb, aðalskrivari, er eisini á myndini.

 

Les fleiri spennandi greinar í nýggja blákrossblaðnum: www.blakross.fo/kunning-2/blakrossbladid