Hvussu atkomulig eigur rúsdrekkasølan at vera?

Skal rúsdrekka kunna seljast í matvøruhandlum ella eiga vit at steingja Rúsuna og banna allan rús úr landinum?

Hetta hevur løgtingið kjakast um seinastu tíðina. Tey tykjast at vera samd um, at rúsdrekkasølan eigur at minka, men tey eru ósamd í, hvussu rættast verður borið at.

 


Gomul mynd úr arkivinum hjá Sosialinum (in.fo)

Gamla skamtanar- og postordraskipanin

Í árunum 1906-1992 fingu fólk gular útflýggingarseðlar bornar út, og so møttu tey á Posthúsinum við seðlunum, rindaðu Postverkinum avgreiðslugjald og toll, og fingu tundurkassar við rúsdrekka heimvið. Aldursmarkið at keypa rúsdrekka var 20 ár.

In.fo skrivar um frásagnina hjá Hera Simonsen, fyrrverandi postmann, sum minnist sera væl tíðina, tá postmenn útflýggjaðu alt rúsdrekka í Føroyum.

– Tað var serliga uppundir ólavsøku og høgtíðirnar, at nógv “sprutt” varð bílagt, sigur hann.

Poul Michelsen, landsstýrismaður í vinnumálum, minnist, hvussu fólk fingust við kassar av rúsdrekka ísenn, tí tað kravdi so nógv, at fáa fatur á tí. Tað kundi vera spennandi, men gagnligt var tað ikki, metir hann.

 


Gomul mynd úr arkivinum hjá Sosialinum (in.fo)

Rúsan 25 ár

3. novembur í 1992 læt Rúsdrekkasøla Landsins upp á fyrsta sinni á Hoyvíksvegi, og er nú vorðin 25 ár.

– Bert ein minutt eftir, at Rúsan hevði latið hurðarnar upp á fyrsta sinni, var handilin stúgvandi fullur av fólki. Har vóru ommur og abbar, foreldur við smábørnum, og so teir ungu garparnir, sum fyri fyrstu ferð fingu loyvi at keypa rúsdrekka, skrivaði Sosialurin tá á sinni, skrivar in.fo.

Aldursmarkið at keypa rúsdrekka varð sett niður í 18 ár. So hetta kann sigast, at hava verið sera spennandi og nýtt tá. Men hetta var eisini ræðandi fyri mong. Fór rúsdrekkanýtslan nú at hækka?

 

Rúsdrekka seljast í matvøruhandlum?

Hesa vikuna hevur løgtingið kjakast um, hvørt rúsdrekka skal kunna seljast í vanligum matvøruhandlum, og ikki einans avmarkast til Rúsuna. Ruth Vang, løgtingslimur fyri Framsókn, og Poul Michelsen, landsstýrismaður í vinnumálum, eru samd um, at rúsdrekka eigur at seljast í vanligum matvøruhandlum, men eingin í løgtinginum tók undir við teimum.

 

 


Mynd av netinum

Tað ringasta vit kunnu gera, er at avmarka atkomuna til rúsdrekka

Ruth Vang, løgtingslimur fyri Framsókn, heldur, at rúsdrekkasølan í Føroyum eigur at vera frælsari, enn hon nú er. Stundum verður sagt, at jú lættari tað er at fáa fatur á rúsdrekka, jú verri drekka fólk. Men Ruth vísir á, at síðan Rúsan varð sett á stovn, fleiri Rúsur eru opnaðar kring landið, bryggjaríini selja øl sjálvi og tað ber til at selja øl á stevnum og tiltøkum, er rúsdrekkanýtslan minkað.

Ruth vísir eisini á, at tí rúsdrekka er at fáa á hvørjum horni á ólavsøku og øðrum tiltøkum, eru fólk ikki eins drukkin nú, sum tey plagdu at vera. Hon sigur løgregluna siga, at tey tiltøkini, har skilið er ringast, er har, tað ikki verður skonkt. Tí tá taka fólk nevniliga rúsdrekka við heimanífrá, og tað er tá ið fólk verða frá sær sjálvum.

Ruth metir tískil, at tað ringasta vit kunnu gera, er at avmarka atkomuna til rúsdrekka, skrivar in.fo.

 

 


Mynd av uvmr.fo

Tað er frælsið, sum fær fólk at drekka minni

Poul Michelsen er einigur í, at vín og øl eiga at kunna seljast í vanligum handlum. Hann heldur ikki, at fullkomið bann fyri rúsdrekka loysir nakað, tí at tey, sum eru bundin av rúsdrekka, fáa altíð fatur á tí, um tey so skulu upp á Slættaratind eftir eini fløsku. Hann heldur, at vit eiga at hugsa um frælsið hjá fólkunum. so at tey ikki føla, at tey eru sett undir formyndarí, skrivar in.fo.

Í Norra og Svørríki er einkarsøla av rúsdrekka, og nýtslan er vaksandi, men í Danmark er nýtslan minkandi hóast fría rúsdrekkasølu og lágprísir. Hann er tí púra sannførdur um, at lættari rúsdrekka er at fáa fatur í, minni drekka fólk.

– Tað er frælsið, sum fær fólk at drekka minni, tí tá ið fólk fáa frælsi, duga tey eisini at umsita tað, er Poul sannførdur um.

Hann vísir tó á týdningin at upplýsa um vandarnar við rúsdrekka og at hjálpa teimum, sum tørva hjálp á hesum økinum.

 

 


Mynd av himr.fo

Rúsdrekka skal ikki vera ein gerandisvøra í vanligum handlum

Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í heilsumálum, heldur ikki, at rúsdrekka skal vera ein gerandisvøra í vanligum handlum. Hon er ikki samd í, at Rúsan gjørdi atkomuna lættari, men atkoman varð bara øðrvísi, tí fólk mugu framvegis í ein serhandil at keypa rúsdrekka. Tí áður var tað posthúsið og síðan bleiv tað Rúsan.

Sirið ynskir tískil heldur, at fleiri Rúsur verða settar á stovn kring landið, enn at rúsdrekka verður ein gerandisvøra í vanligum handlum.

Hon heldur tó, at Rúsan má stremba eftir at fáa alsamt størri úrval av vørum, so at fólk fáa tað, tey ynskja, tí annars er vandið fyri, at fólk venda Rúsuni bakið og kravið um fría rúsdrekkasølu fer at herðast, skrivar in.fo.

 

 


Mynd av samband.fo

Rós til landsstýriskvinnuna

Helgi Abrahamsen, úr sambandsflokkinum, dámar væl at Sirið Stenberg mælir til, at einkarsølan skal halda fram. Hann heldur tað vera eitt greitt tekin um, at hon ikki vil, at alkohol skal vera gerandisvøra.

– Handlar eru til gerandisvørur. Tað er har vit keypa tað, sum vit skulu brúka dagliga, og millum annað tí eigur alkohol ikki at fáa pláss har. Ein turrlagdur alkoholikari skal kunna fara inn í ein handil, uttan at møta freistingini at keypa tað, sum hann ikki klárar at skrúva proppin á, skrivar Helgi á in.fo.

 

 

___________________________________________________________

 

In.fo: Krógvaði brennivín í dokumentmappu
In.fo: 25 ár síðani: Rúsan var full av fólki
In.fo: Tað ringasta vit kunnu gera er at avmarka rúsdrekkasøluna
In.fo: Rúsdrekka er sálarbót fyri tey sum duga
In.fo: Poul Michelsen og Ruth Vang stóðu púra einsamøll
In.fo: Rúsdrekka eigur ikki at vera gerandisvøra í Føroyum

Rusan.fo: Um okkum: Søgan