“Soleiðis er tað, at vera rúsmisnýtarabarn”

“Um hann var í klæðum ella ikki, tað visti mann ongantíð. Eg hevði ikki hug at fara gjøgnum hasa stovuna.”

25 ára gamla Lou Klercke Djurhuus vaks upp í einum væl lærdum men rúsfyltum heimi. Hon ynskti, at hon bleiv førd burtur haðani.

 

Nær merkir mann, at foreldrini drekka?

Foreldur hennara skiltust, tá Lou var hálvt annað ára gomul, og hóast tey hava verið rúsmisnýtarar alt hennara lív, var tað, tá hon fylti fýra ár, at hon merkti, at okkurt var galið í familjuni.

– Eg fekk ein spæliovn og mamma vildi hjálpa mær at seta hann saman. Men pápi segði, at eg skuldi gera tað sjálv, so eg kundi læra av tí. Tað endaði við at mamma bleiv blaka út á føðingardegi mínum. Eg hevði ongan møguleika at siga farvæl.

 

Mong børn, sum vaksa upp í familjum við rústrupulleikum, høvdu viljað, at tey vóru tikin heimanfrá. Hetta vísa nýggj tøl frá TUBA, sum bjóðar ungdómi millum 14-35 ár, sum eru vaksin upp í familjum við rústrupulluleikum, dulnevnda og fría viðgerð og ráðgeving.

 

Pápi Lou var sálarlækni og mamman heimspekingur og lærari. Tey vóru bæði gløgg, dámlig og stuttlig. Møguliga er tað orsøk fyri, at mann ikki sá misbrúki sum ein so stórur trupulleiki, sum tað faktiskt var.

– Tá eg vitjaði vinindur, sá eg, at tey høvdu fastar mannagongdir. Tey ótu saman og á ávísum tíðum á degnum. Tá tær fóru upp um morgnarnar, stóð morgunmaturin til reiðar.

Lou búði til skiftis hjá mammuni og pápanum. Tá hon var tólv ára gomul, flutti pápin til Ringsted, og her øktist rúsmisnýtslan munandi.

 

Pápin

Foreldrini drukku bara heima. Pápin sat í sofuni og drakk tríggjar til fimm fløskur av hvítvíni um dagin. Lou visti ongantíð, um hann var í klæðum ella ikki. Møguliga í morgunkápu, møguliga í undirbuksum. Hon hevði ongantíð hug at fara gjøgnum hasa stovuna.

– Pápi hálaði meg ofta til sín í stovuni, so vit kundu tosa um hansara heimspekiligu hugsanir. Sum tólv ára gomul skilti eg ikki nógv av tí, Freud segði. Pápi meinti, at rúsurin var ein máti, at kava niður í sinnið og harvið verða minni bangin. Hann dugdi faktiskt væl at finna útav, hvat hann sjálvur merkti.

Men har hendi einki. Til tíðir hevði Lou ikki yvirskot til, at hann fór at vakna.

– Um eg ikki tordi at hoppa niður av onkrum høgum, tí eg ræddist hæddir, so hjálpti hann mær ikki, tí eg skuldi sjálv handfara óttan.

 

Mamman

Tað var langt til skúlan frá pápanum, so Lou flutti til mammuna, tá hon var fjúrtan ára gomul. Í tey tvey árini drakk mamman meir enn nakrantíð áður.

– Eg var ofta bangin. Eg læsti hurðina, tí eg visti ikki, hvat hon kundi finna uppá. Hvørgin av foreldunum hava verið harðlig við meg, men huglagið var ringt. Mamma helt, at eg hevði órealistiskar væntanir av henni sum mamma.

Ein dagin stóðu tær báðar og fjákaðu við uppvaskið. Mamman fór á vesið, og tá hon kom aftur, var hon ill.

– Eg fór í kamarið og helt fyri hurðini. “Tú hevur ongantíð skilt, hvussu tað er at vera einamamma. Pápi tín gjørdi ongantíð nakað gott fyri meg. Eg havi altíð skula goldið fyri alt. Skilir tú ikki, hvussu hart eg havi tað?”. “Tú lovaði, at tú fórst at gevast við drekkingini. Hví skal tað vera soleiðis? Kanst tú ikki taka teg saman?”

 

Góðar tíðir

Til tíðir vóru góðir dagar.

– Eg elskaði at halda jól hjá pápa. Hann gjørdi ótrúliga góðan mat. Tað var bara hann, sum kundi tendra jólatræið. Og so tá við opnaðu dupulthurðarnar, søgdu vit “Nøøjjjjhh” og “Hatta er tað flottasta træið, vit nakrantíð hava sæð”.

– Eg minnist eisini, tá vit vóru í Djóragarðinum og koyrdu í hestavogni, so gav hann mær eitt smúkkuskrín við fílabeini. Somuleiðis var tað hugnaligt at sita í sofuni og hyggja eftir filmi.

– Eg elskaði eisini at halda jól hjá mammu. Vit vóru fá, men tað var innarligt, og vit fjákaðu alt kvøldið.

Men tað, sum særir so innarliga, er vónbrotið, tá foreldrini enn einaferð ikki eru edrú á føðingardegnum, tí so verður tað ikki hugnaligt.

– Mann hevur hug at skríggja! Dagurin, sum átti at vera um meg, er ikki um meg. Oftani ynskti eg meg langt burtur. Eg vónaði, at eitt tog kom, og tók meg burtur haðani. Eg var um níggju-tíggju og eg vildi bara burtur. Eg helt, at lívið hjá øllum fór at blíva betri, um eg ikki var har meir.

 

Hjálp

Tá Lou var fjúrtan ára gomul, segði ein lærari henni frá, at tað var ein kvinna á kontórinum, sum lurtaði, um ein hevði tað torført.

– Eg segði henni frá um foreldrini. Hon segði, at hon skuldi greiða kommununi frá støðuni. Eg fekk so ein sosialráðgeva, sum hjálpti mær ígjøgnum fleiri ár: “Tú skalt burtur haðani. Vit finna tær ein bústað.”

Lou skuldi lýsa lív sítt.

– Eg skrivaði, at tað ikki eru fastir karmar í heiminum, og at eg ongantíð visti, hvat eg kom upp til ella hvat eg kom heim til. Eg visti ikki, um mamma var full, vit skeldaðust nógv, hon var sera ill, eg kundi ikki stóla uppá hana, eg var sera kedd, eg slapp ikki burtur frá henni, tá hon skeldaði, eg hevði ongastaðni at fara og eg merkti, at tað var mín skyld, at eg ikki fekk hjálpt henni.

Tað gekk eitt ár. Lou var 16 ár, tá hon flutti heimanfrá.

– Mamma bleiv særd. Hon varð heilt kvirr og drakk víðari.

 

Í dag

– Eg skuldi verið tikin burtur sum barn. Eg hevði havt tað betur og havt aðrar møguleikar.

Pápin doyði í 2015. Hann hevði prostatakrabba, men segði tað ikki við nakran. Hann legði seg rúsaðan á køksgólvið við jakkanum sum høvdapútu og ballaður í dýnu og doyði so av tarmakasti.

– Eg uggi meg við myndini av, at hann svav so stillisliga inn. Hetta tók hart uppá meg, tí hetta síðsta árið megnaði hann nakað, sum eingin annar hevur, sum eg havi møtt. Eg kundi ringja til hann, og so lurtaði hann bara.

– Eg síggi einki til mammu longur, men vit eru byrjaðar at skriva saman. So fáa vit at síggja.

 

– Soleiðis er tað at vera rúsmisnýtarabarn. Í tílíkum familjum eru børnini tey vaksnu. Tað er okkara skyld, at foreldrini drekka.

 

 

 

www.b.dk