Anna kendi seg seka í rúsmisnýtsluni hjá pápanum

Ikki fyrr enn norska Anna Monika Frøyen var vorðin vaksin, fann hon útav, at trupulleikarnir, hon hevði stríðst við síðan barndómsárini, komu av rúsmisnýtsluni hjá pápanum.

 
Barndómsárini

Gerandisdagarnir hjá Onnu vóru óálýtandi. Hon visti ongantíð, hvat hon kom heim til, og var tískil noydd at fyrireika seg sálarliga hvørja ferð, hon steig inn um gátt. Anna var full í ótta og strongd; serliga tá tala var um vikuskifti, kvøld og frídagar. Mamman ferdaðist nógv í arbeiðinum og Anna var einabarn, og kendi seg tí sera einsamalla.

Pápin var heimagangandi, og var tískil hann, sum gjørdi mat og hjálpti við skúlatingum, og var upp á tann mátan høvuðsumsorgari hjá Onnu, og tann sum Anna hevði tættast samband við. Hóast hetta, so vóru tað einsamøllu tíðirnar saman við pápanum, sum vóru tær ringastu. Pápin hevði tað sálarliga ringt og var sera tunglyntur, og valdi tí at brúka alkohol sum medisin, fyri at kenna seg betur.

Tá mamman var heima, var hon tann vaksna, sum hevði tamarhald á støðuni. Men tá Anna var sjálv, hevði hon trupult við at seta mørk eins og mamman. Anna ynskti ikki at gera pápan keddari, og lat hann tí gera, sum hann sjálvur ynskti.

 
Eingin møtti Onnu, har hon var

Tað er torført at standa einsamallur um álvarsamar trupulleikar sum barn. Hvønn skal mann fara til? Um tann, mann tosar við, ikki tekur tað álvarsamt ella dugir at møta einum í støðuni, kann støðan gerast enn truplari. Anna minnist ikki, at nakar tosaði við hana ella spurdi um nakar trupulleiki var heima.

Uttaná sá alt út at vera normalt, tí Anna kláraði seg væl í skúlanum, hevði góðan matpakka, gekk í hampiligum klæðum, hevði vinir, var virkin í drama og dansi og útstrálaði jaligheit. Men innaní var annarleiðis.

Anna hugsaði nógv um, hvørt hon mundi vera trupulleikin. Var hon orsøkin, til at pápin drakk? Hugsaði hon við skynsemi, helt hon seg vera góð dóttir, men við ongari frágreiðing og full í ráðaleysum kenslum visti hon ikki, hvat var rætt og hvat var skeivt. Hesin ótryggleikin í sær sjálvari gjørdi stóran skaða á sjálvsmyndina, sum hevur fylgt henni gjøgnum allan uppvøksturin.

 
Anna leitaði sær hjálp

Anna byrjaði at skilja trupulleikan og leita sær hjálp, tá hon sum 18-19 ára gomul byrjaði uppá útbúgvingna barnaverndarnámsfrøði. Á borðinum framman fyri sær hevði hon ástøðir liggjandi svart uppá hvítt, sum søgdu frá ymiskum eyðkennum hjá teimum, sum vuksu upp hjá rúsmisnýtarum. Anna kendi tað sum, at hon sat og las um seg sjálva. Hon var nú greið yvir, hvat skuldi gerast, og leitaði sær hjálp og hevur tað gott í dag.

Tá Anna var 14 ár, skiltust foreldur hennara, og hon bað pápan velja at antin leita sær hjálp ella kláraði hon ikki meir. Hon hevur ikki hoyrt frá honum síðan, men hoyrir frá mammuni innímillum.

 
Anna er ikki einsamøll

Nógv børn og ung kring allan heimin, og eisini í Føroyum, kenna til sama trupulleika. Hesir trupulleikar seta djúp spor og fylgja einum heilt upp í vaksnamanna lívið og taka langa tíð at viðgerast. Hagtølini frá innslagnum vísa, at:

– 50% av børnunum kenna til kroppsligan harðskap
– 50% hava upplivað sjálvmorð ella sjálvmorðshóttan
– 20% hava upplivað skemming ella kynsligan ágang
– 60% stríðast við post-traumatiska strongd (PTSD) seinni í lívinum

Boðini frá sálarfrøðinginum í innslagnum eru klár: “Tað finst góð hjálp. Tað er eingin grund at sita í ótryggleika og kenna seg sekan, tí at foreldrini rúsa seg. Tað er heldur eingin grund at kenna skomm.”

 
Kennir tú teg aftur?
Stendur tú í somu støðu ella kennir onkran, so halt ikki aftur at leita hjálp. Ert tú ikki vís/ur í hvør hjálp er tann rætta, so ring ella skriva til okkum, og vit leiðbeina teg:

Tlf:           770700
Email:    blakross@blakross.fo
(Rúslinjan svarar aftur við samdøgurtelefonini 26. septembur)

 

Sí innslagið á tv2.no