Virðir
Blái Krossur hevur trý virði, ið eyðkenna okkara arbeiði. Tey eru:
TRYGGLEIKI
Vit vilja vera týðulig, greið og álítandi í okkara orðum og atburði.
RÚMSÁTT
Vit møta menniskjum við virðing, so at øll kenna seg væl við teirra eyðkennum. Vit vilja fevna menniskju í fløvandi felagsskapi, við samábyrgd hvørt fyri øðrum. Fortreytin, fyri at rúma øðrum, er at kenna egin mørk.
UMSORGAN
Vit vilja, at umsorganin í okkara felagsskapi er fyri heilu menniskjuna – og umfatar hennara sosialu, likamligu, sálarligu og andaligu viðurskifti og soleiðis skapa tilvitað grundarlag fyri broyting, menning og lívsinnihaldi.
Les meira um okkar sjálvsfatan her: Sjálvsfatan
Les meira um okkara menniskju- og diakonifatan her: Menniskju- og diakonifatan