Forsíða

Søgan

Upprunan til Bláa Kross finna vit í Sveits, har presturin Louis Lucien Rochat, eftir at hava hitt mong, ið vóru bundin av rúsdrekka, kendi seg kallaðan at byrja eitt hjálpararbeiði millum misnýtarar í 1877.
Í dag er blákrossarbeiði í millum 40 og 50  londum, serliga í Evropa og Afrika.

Blái Krossur Føroya
Blái Krossur byrjaði arbeiði sítt í Føroyum 18. november í 1904. Blái Krossur Føroya, sum er ein grein av Altjóða Blákrossarbeiðinum, (International Federation of Blue Cross, IFBC) virkar út frá fólkakirkjunnar evengeliska-lutherska grundarlagi, har dentur verður lagdur á gleðiboðskapin um Guds kærleika til okkum menniskju, ta kristnu siðalæruna og skyldu okkara at elska hvønn annan, og hava umsorgan fyri hvørjum øðrum.
Sí meira um søguna her í 100 ára riti um søguna hjá Bláa Krossi:
Blái Krossur 100 ár

Lønt og sjálvboðin fólk
Limirnir í Bláa Krossi hava valt fullkomið fráhald til tess at vísa virðing og samanhald móti teimum, ið hava verið og/ella eru misnýtarar av rúsandi løgi.
Blái Krossur hevur í dag umleið 20 lønt og 300 ólønt starvsfólk í felagsskapinum.