Forsíða

Tekna teg sum lim

Meiningarnar um rúsdrekka og rúsevni eru ymiskar. Tó halda tey flestu, at tað er syrgiligt at hesi rúsevni eru orsøk til stórar trupulleikar og vanlagnur í samfelagnum. Blái Krossur Føroya ynskir at upplýsa um vandan við misnýtslu og harvið fyribyrgja nógvar trupulleikar. Men hvat gert tú?

Kanst tú taka undir við hesum:
-at siga avgjørt nei til rúsdrekka og onnur rúsevni.
-at hjálpa øðrum at liva rúsfrítt.
-at virka fyri eini rúsfríari lívsáskoðan og rúsfríum umhvørvi.

Um so er, tá eigur tú at taka eitt stig afturat og gerast limur í Bláa Krossi.

Hugsjónin hjá Bláa Krossi umfatar:
-at veruligt frælsi fæst við trúnni á Jesus Kristus,
-at kjarnin í kristnum næstrakærleika er felagsskapur millum menniskju við virðing og samábyrgd hvørt fyri øðrum,
-at fráhald er gott, tá ið talan er um at vísa virðing og samábyrgd fyri næsta okkara,
-at neyðugt er at hava rúsfrítt umhvørvi í samfelagnum.

Mongum tørva hjálp – okkum tørvar teg!

TEKNA TEG SUM LIM
Eg tekni meg hervið sum lim í Bláa Krossi Føroya og vátti, at eg skal ikki drekka rúsdrekka ella nýta onnur rúsandi evni.