Forsíða

Landsinnsavnan 2021

Gev gávu  

Peningurin í ár fer til fyribyrgingararbeiði millum børn og ungdóm í Føroyum við verkætlanunum ‘Øll hava rætt til góð barnaár‘ og ‘Liv Lívið‘.

Øll hava rætt til góð barnaár

Hetta er fyribyrgjandi verkætlan, har vit bjóða børnum og ungum í Føroyum, ið hava foreldur við rústrupulleikum, í bólk saman við øðrum í líknandi støðu. Við serkønari hjálp og vegleiðing práta tey saman um sínar upplivingar, kenslur og tankar.

Genta 14 ár: ”Tað var ræðuligt allatíðina at goyma, at babba drakk.”

Liv Lívið

Liv Lívið er ein fyribyrgjandi verkætlan, sum fokuserar á at fyribyrgja, at ung koma illa fyri orsaka av rúsdrekka/evnum og gerast bundin at rúsinum. Eisini arbeiða vit við, at minka um trýstið, ið ungdómur merkir, at smakka sær á.

Soleiðis kanst tú stuðla

1. FLYT PENING VIÐ GJALDSKORTI

Tú kanst flyta pening ígjøgnum heimasíðuna hjá okkum. Vit hava eina trygga stuðulskipan har tú kanst nýta títt gjaldskort á síðuni hjá okkum. Ovaligu til høgru á síðuni tú verður beindur til, um tú trýstur á hesa leinkjuna, ber til at stuðla. Tú kanst velja eina longu ásetta upphædd ella sjálvur seta eina upphædd.

2. LATA PENING Í BÚSSUNA

Leygardagin 8. mai fara fólk at ganga við bússum runt alt landið. Ein møguleiki at stuðla arbeiðnum er við at lata pengar í bússuna, tá ið onkur bankar á dyrnar leygardagin 8. mai.

3. RING 905610 FYRI AT LATA 100 KR
Til ber eisini at ringja fleiri ferðir.

4. SEND SMS
Til 1910 við boðunum BK, og tú letur 100 kr. Til ber eisini at senda fleiri sms-boð
– fjarskiftisveitarar taka einki ómaksgjald.

5. FLYT GÁVU á konto:
Betri Banki 9181-495.393.4
Bank Nordik 6460-419.693.9
Norðoya Sp. 9865-101.533.2
Suðuroyar Sp. 9870-405.626.5

6. KOM Á STUÐULSKONSERT
Stuðulskonsert í Løkshøll verður leygarkvøldið 8. mai kl. 19:00

Landsinnsavnan 2021

Peningurin í ár fer til fyribyrgingararbeiði millum børn og ung í Føroyum

Vel upphædd

Aftur

Landsinnsavnan 2021

Upphædd: DKK -

Víðari Leiðir til gjaldsrútin hjá QuickPay.

Takk fyri!

Takk fyri tín stuðul.

Um tú hevur upplýst tín teldubústað, fært tú eina kvittan sendandi innan fáar minuttir.

Ups..!

Okkurt gekk galið.

Vinarliga royn aftur.