Forsíða

Tunglyndi og rúsur avloyst av Jesu-vitnisburði

Í meiri enn 15 ár doyvdi Magnus Pauli Dahl­-Olsen, bóndi í Saksun, sorgina og skelkin av at missa pápan í vanlukkum við  rúsdrekka. Hann endaði í strongd og eini djúpari depressión. Við góðum stuðli frá konuni fór hann og  søkti sær hjálp. Og hann fekk hjálp. Í dag syngur og  prísar hann Jesusi, at hann hevur bjargað honum og  givið honum eitt nýtt innihald í lívinum.

Sum 22 ára gamal misti bóndasonurin á Kvíggjarhamri í Saksun, Magnus Pauli, pápa sín í eini vanlukku.

– 28. januar í 1995 vóru eg og beiggi mín farnir í hagan við pápa eftir nøkrum veðragjólvingum. Tað var eitt sindur illfýsið. Einastaðni gera vit avtalu um, at pápi fer oman í bakkan at hyggja, um hann sær nakran veðragjólving. Vit standa so eftir og bíða. Eftir eini góðari løtu kemur hundurin einsamallur til okkara og hann bløðir um labbarnar. Vit skilja beinan vegin, at okkurt er hent, sigur Magnus Pauli.

Teir fóru oman at hyggja og síggja tá í sporunum í kavanum, at pápin er farin útav. Hildið verður, at hann hevur fingið eitt dánilsi og er farin í havið. Tað var leitað eftir honum, men hann  varð ikki afturfunnin. At hundurin  bløddi, er helst tí, at hann var farin oman við. Tað sóust blóðspor, at hann hevði klórað seg uppaftur.

 

Doyvdi sorgina í rúsdrekka

Hetta var ein stórur skelkur og sorg í familjuni. Magnus Pauli tekur so við garðinum á Kvíggjarhami í 1995, 22 ára gamal. Í 1998 giftast Magnus Pauli og Ena, og árið eftir fáa tey teirra fyrsta barn. Skelkurin, eftir at hava mist pápan so brádliga, sat eftir í Magnus Paula, og tá ið hann skuldi lata síni egnu børn  í barnagarð,  so hevði hann stórar trupulleikar við hesum og vildi ikki ordiliga sleppa teimum av hondum.

– Nú aftaná síggi eg, at hetta var vegna ávirkanina av missinum av pápa, sigur hann.

Støðan broytist einki við árunum, heldur hinvegin. Hann fellir í eina djúpa depressión, sjálvt um hann ikki veit, hvat tað er. Spakuliga fellir hann eisini til rúsdrekka. Í meira enn 15 ár stríðist Magnus Pauli. Hann gerst meira og meira bundin at rúsdrekka og drekkur so at siga hvønn einasta dag – tó at hann ikki gongur fullur og válar. Hann tolir einki av og kann sita í langar løtur og gráta. Støðan er so trupul, at hann veit hvørki út ella inn og sjálvmorðstankar koma í sinnið, tí hann orkar hetta ikki meira.

 

Konan stuðlar honum at søkja sær hjálp

Hann fær hjartatrupulleikar og endar á deild 8 á Landssjúkrahúsinum. Hóast hann verður kannaður væl og virðiliga, finna tey einki, ið er galið. At enda siga tey, at kanska tað er strongd og biðja hann fara heim og taka tað róligt.

– Konan sá, at tað var heilt galið. Hon hevur verið mær ein sera góður stuðul, og hon biður meg fleiri ferðir søkja mær hjálp. Eg vildi tó ikki fara beinan vegin.

Magnus Pauli hevði verið hjá kommunulæknanum og eftir prát, hevði hann fingið at vitað, at hann hevði eina djúpa depressión. Hetta fekk hann heilivág fyri, og tað byrjaði at hjálpa.

 

Familjan var týdningarmiklari enn  rúsdrekka

– Eftir at hava hugsað um tað eina tíð, so kom eg til ta støðu, at eg mátti fáa hjálp.

Magnus Pauli kendi Martin Kúrberg, sum tá arbeiddi hjá Bláa Krossi, og bað hann  hjálpa mær. Hann var honum ein sera góður og hollur stuðul og hjálpti honum  at koma úr depressiónini. Samstundis legði Magnus Pauli av at drekka.

– Fyri meg var tað ikki trupult at leggja av at drekka. Eg gjørdist greiður yvir, at eg kundi ikki bjóða familjuni hetta lívið. Familjan var týdningarmiklari enn rúsdrekka, og eg vildi vera nakað fyri tey. Eg sá ikki longur nakra meining í at drekka, sigur Magnus Pauli.

 

Lambið leiddi til frelsu

Eftir at hava fingið hjálp, fór tað andliga at fylla meira hjá Magnus Paula. Hann  var tó ikki ókendur við hetta, tí at hann hevði gingið í sunnudagsskúla, á ungdómsmøti og eisini verið í streingjakóri sum heilt ungur. So ein dagin spyr Gullak Hansen, ið er trúboðari, um Magnus Pauli vil hjálpa honum  at spæla til eina missiónsviku í Vík. Hetta ger hann gleðiliga. Hetta  er um heystið, og sum bóndi fer hann  ein dagin saman við hundinum  at reka uttanrættað. Hendan dagin gekk illa í hond. Hann hevði hegnað av og ætlaði at fáa seyðin í Tøkurókina. Men seyðurin vildi ikki fara á rókina og hann misti alt. So mátti hann og hundurin fara avstað aftur at reka og langt um leingi stóð hann aftur við seyðinum tætt við hesa rókina.

– Eg var útlúgvaður og sigi nakað soleiðis „mugu allir Guds einglar hjálpa mær nú“. Eg visti, at um tað miseydnaðist nú, so var dagurin farin fyri einki. Tað sær einki út. Seyðurin steðgar upp og vil ikki fara inn í rásina til rókina. Tá fer eitt eyglitt gimburlamb úr fylginum oman á røttu rásina, hyggur meg beint í eyguni og síðani á ærnar og fer til gongu. Síðani vendir tað sær við, hyggur aftur eftir hinum seyðinum og fer víðari. So fer allur seyðurin aftaná og gekk heilt inn á botn, har sum ætlanin var, at hann skuldi fara. Eg sá hetta sum eitt fantastiskt bønarsvar. Tað ljóðar løgið, men lambið leiddi meg til frelsu, sigur Magnus Pauli.

 

Syngur og prísar Jesusi

Magnus Pauli fer aftur at spæla saman við Gullak, og á missiónsvikuni í Tjørnuvík vikuna eftir vitnar hann um hendingina við lambinum. Síðani hevur Magnus Pauli verið nógv til møtir, spælt, sungið og vitnað um sín frelsara. Hann er partur av bólkinum „Teir fimm í Norðstreymoy“, og teir hava ferðast nógv kring landið og sungið og talað um Jesus.

– Eg eri eitt bønarbarn. Eg veit, at omma og nógv onnur hava biðið fyri mær. Og eg takki fyri, at bønirnar eru svaraðar, sigur Magnus Pauli

 

Rúsdrekka er ikki vegurin fram

Tá ið Magnus Pauli lítur aftur um bak, so er hann greiður yvir, hvat tað besta lívið er.

– Eg havi fingið at vitað nú aftaná frá sálarfrøðingi og øðrum, at serliga mannfólk fara inn í seg sjálvi og royna at doyva sína sorg við rúsdrekka ella øðrum. Men tað er ikki vegurin fram. Tað leiðir heldur til fleiri aðrar trupulleikar. Ein má heldur søkja sær hjálp – tí hjálp er at fáa. Fyri meg er frelsan í Jesusi, tað besta, ið mær hevur verið fyri. Jesus gevur tilveruni meining, og tað er fantastiskt at hava hann við í gerandisdegnum. Eg havi fingið eitt heilt nýtt lív í Jesusi, sigur Magnus Pauli Dahl-Olsen.