Forsíða

Drykkjuskapurin mundi endað við hjúnaskilnaði

Drykkjuskapurin hjá Tummasi hevði vundið so nógv upp á seg, at hjúnalagið var við at rúka. Men á heilt undurfullan hátt varð Tummas loystur frá tostanum.

– Í dag hevur lívið eitt heilt annað innihald. Vit gleðast saman um lívið. Jesus loysti meg frá tostanum og hann frelsti okkum bæði. Tað er stórt, sigur Tummas Jacobsen.

 

Mistu sonin
Í Hvalvík búgva hjúnini Irena og Tummas Jacobsen. Tummas er bóndi, og so hevur hann eisini eina lítla entreprenør-fyritøku saman við einum øðrum manni. Irena er heilsuhjálpari og starvast á Mørkini.

Tey komu saman sum ung. Tey hava fingið fimm børn, men bara fýra eru á lívi.

– Vit mistu okkara fyrsta barn, tá ið tað bara var tveir mánaðir gamalt. Jákup doyði vøggudeyðan. Hetta var sera, sera hart. Lívsgrundarlagið verður rykt undan, og tað gerst trupult at fóta sær aftur. Tá var ikki tann hjálp at fáa, sum er í dag, og vit bóru inni við okkara sorg og kenslum í nógv, nógv ár. Tá varð ikki loyst upp fyri kenslunum, sigur Irena.

Tey vóru bara 18 og 20 ár, og ein sera hørð byrjan á teirra samlív.

– Kanska hava nógvir av trupulleikunum, ið hava verið seinni, botnað í hesum. Tað er ikki fyrr enn fyri fáum árum síðani, at eg kundi tosa opið um hetta og fekk hjálp. Eg havi sett óteljandi mong hví í lívinum. Eftir at vit vóru komin til trúgv á Jesus, var tað eitt kvøldið, at eg kendi tað soleiðis, at eg skuldi skrivað av nýggjum minnisritið, ið eg hevði gjørt um sonin. Tá fekk eg orðið í Jóhannes 13,7, har tað stendur: “Jesus svaraði og segði við hann: “Tað, sum eg geri, skilir tú ikki nú; men seinni skalt tú skilja tað.”” Hetta gav mær endiliga eina hvílu, sigur Irena.

 

Rúsdrekkamisbrúkið tók til
Tummas byrjaði sum heilt ungur at drekka. Við tíðini vaks tað.

– Ta tíðina, eg sigldi undir Føroyum, vaks brúkið meir og meir. Serliga tey síðstu trý árini fram til 2006. Eg dugdi tó væl at goyma tað, so onnur vistu ikki av tí. Eg skammaðist og vildi ikki vísa tað fyri øðrum. Ístaðin var eg nógv fyri meg sjálvan í seyðhúsinum og drakk, sigur Tummas.

Irena ávirkaðist nógv av hesum.

– Eg var ofta sera, sera ørg inn á hann. Hann vildi ikki koma við, tá ið tað vóru føðingardagar ella okkurt annað í familjuni. Eg mátti sum oftast fara sjálv við børnunum. Kortini so krógvaði eg hetta yvir fyri øðrum og dekkaði út yvir hann. Eg helvt tað vera eina skomm, at maðurin drakk, og eg royndi at fjala tað og gera alt, fyri at onnur ikki máttu vita, hvussu galið tað var, sigur Irena.

 

Klár at rýma
Irena hevði fleiri ferðir hótt við at rýma. Hann lovaði bót og bata, men segði kortanei at fara í viðgerð ella at fáa sær hjálp. Eina tíð fekk hann tó antabus, men hann snýtti og drakk kortini.

Hetta helt á í langa tíð. Til endans gjørdi Irena bart og segði, at nú rýmdi hon frá honum og fór til Skopunar, haðani, hon er ættað. Hon tók tvey tey yngstu børnini við sær, meðan tvey tey eldru sjálv máttu avgera, hvar tey vildu vera. Hon hevði fortalt teimum eldru børnunum um sína avgerð.

– Eg skilti, at nú meinti hon tað av álvara. Eg hugsaði, at hetta mátti ikki henda. Og eg hugsaði um allar avleiðingarnar, ið fóru at vera av hesum. Men eg megnaði ikki at gera nakað við tað, sigur Tummas.

 

“Gud, er tað vón fyri mær?”
Tummas brúkti nógva tíð í fjósinum, har hann sat og drakk.

– So einaferð hyggi eg upp móti loftinum og sigi soleiðis: “Gud, heldur tú, at tað er vón fyri mær?” Tá ið eg komi heim seint á kvøldi, er Irena ikki farin í song. Eg sigi tá soleiðis við hana: “Heldur tú, at vit skulu fara á møti í morgin?” Vit vóru annars ikki von at fara á møti.

– Fyrsta, eg sigi við Tummas næsta morgun, tá ið eg vakni, um hann meinti tað, ið hann hevði sagt í gjárkvøldið. Hann segði, ja. Sum dagurin leið, byrjaði Tummas tó at draga í land aftur.

Tey fóru tó í bilin og koyrdu til Kelduna í Skálafirði, har tey fóru á møti.

– Guds Orð talaði sera sterkt til okkum á hesum møtinum. Tá ið tað til endans varð bjóðað fram, har møguleiki var at fáa forbøn, spurdi eg Tummas, um vit skuldu fara. Hann var tá skjótur at reisa seg og fara út. Eg fór aftaná.

Tey tosaðu einki í bilinum á veg heim, og Tummas fór beinan vegin í seyðhúsið. Tá ið hann kom aftur seint á kvøldi, var konan farin í song.

 

Gev mær prógv!
– Afturkomin fór eg at leita eftir Bíbliuni, sum eg hevði fingið frá einum manni í 1987. Men eg hevði so at siga einki lisið í henni. Í fjósinum hevði eg sagt soleiðis við Jesus: “Er tað veruliga tú, Jesus, sum bankar á mítt hjarta í kvøld, so gev mær eitt prógv”. Tá ið eg fann Bíbliuna, læt eg hana upp onkustaðni, og setti peikifingurin mitt á síðuna. Tað var Sálmur 50,15, har tað stendur “Heit so á meg á neyðar degi, eg skal bjarga tær, og tú skalt lova mær!”. Aftaná setti eg Bíbliuna á hillina, omanfyri høvdalagið hjá okkum, sigur Tummas.

Tummas var longu farin avstað næsta morgun, áðrenn Irena var uppi, so har var einki tosað teirra millum.

– Tá ið eg kom upp, legði eg tó merki til Bíbliuna, og at hon stóð opin, og at har var undirstrikað í Sálmi 50,15. So hugsaði eg, at her er tó ein vón, sigur Irena.

 

Mátti velja
Henda sama sunnudagin, 22. januar í 2006, tá ið tey vóru komin aftur frá møtinum í Kelduni, hevði Irena boygt síni knø og biðið Jesus komið inn í sítt lív. Hon segði tó einki við Tummas um hetta. Hon bað tó nógv fyri honum.

Henda vikan líktist teimum, sum høvdu verið áður. Tummas var lítið heima, hann drakk nógv, og tey tosaðu næstan ikki sínámillum. So kom næsti sunnudagur, 29. januar.

– Eg hevði havt ta soleiðis, at eg mátti onkursvegna fáa sagt við Tummas, um mína støðu og henda dagin helt eg, at møguleikin var tann rætti. Eg segði við hann: “Eg havi valt at fylgja Harranum. Inntil tú hevur funnið útav, hvat tú vilt við tínum lívi, so rými eg. Tú mást velja”, sigur Irena.

 

Alkoholtostin fór í einum
– Tá ið Irena hevði sagt mær hetta, kom eg í álvarsama syndaneyð. Eg var sera sterkt kallaður og hevði ikki frið á mær. Irena bað fyri mær, og eg játtaði mína synd og gav mítt lív til Jesus, sigur Tummas.

– Eg ringdi tá til verpápa mín í Skopun, og segði, at nú hevði eg broytt kós í lívinum. Hetta fegnaðis hann um. Hann fortaldi tá fyri mær, at hann hevði biðið fyri okkum í meira enn 20 ár, sigur hann.

– Tað løgna var, at alkoholtostin fór í einum. Eg havi ongantíð drukkið aftur síðani, sigur Tummas.

 

Stórt at fáa fyrigeving
Eftir at tey vórðu frelst, broyttist støðan fullkomuliga.

– Vit eru komin nógv á møti, og eru komin inn í ein góðan kristnan felagsskap. Men tað vóru eisini nógv sár hjá okkum. Eg hevði sera nógv at biðja konuna um fyrigeving fyri. Og tað var so stórt at fáa fyrigeving, sigur Tummas.

Tað eru nú 10 ár síðani Tummas gavst at drekka. I dag eru Irena og Tummas virkin í missiónshúsinum í Hvalvík. Tey ferðast eisini nakað kring landið og boða gleðiboðskapin.

– Viðvíkjandi drykkiskapinum, so steðgaði tað fullkomuliga, tá ið eg var frelstur. Eg havi ikki verið í viðgerð ella nakað líknandi fyri at sleppa burturúr tí. Jesus tók tostan í einum. Vit hava í dag eitt gott lív uttan rúsdrekka. Vit hava so nógv at vera takksom fyri, at Gud greip inn, frelsti, grøddi og endurreisti tað, ið brotið var, sigur Tummas.

 

Orð og myndir:
Frants Jensen