Lívssøgur
Drykkjuskapur mundi endað í hjúnaskilnaði
Drykkjuskapurin hjá Tummasi hevði vundið so nógv upp á seg, at hjúnalagið var við at rúka. Men á heilt undurfullan hátt varð Tummas loystur frá tostanum.
Broytingin er so ómetaliga stór, at tað kann næstan ikki sigast við orðum
Broytingin er ómetaliga stór í heiminum hjá Jónhildu og Gullak í Tjørnuvík. Rúsdrekka og rúsevni høvdu sera stóra ávirkan á heimið, men heimið broyttist fullkomiliga.
Tunglyndi og rúsur avloyst av Jesu-vitnisburði
Í meiri enn 15 ár doyvdi Magnus Pauli Dahl-Olsen, bóndi í Saksun, sorgina og skelkin av at missa pápan í vanlukkum við rúsdrekka. Hann endaði í strongd og eini djúpari depressión. Við góðum stuðli frá konuni fór hann at leita sær hjálp. Og hann fekk hjálp. Í dag syngur og prísar hann Jesusi, fyri at hann hevur bjargað honum og givið honum eitt nýtt innihald í lívinum.