Forsíða

Skjólið

Skjólið er í Kongagøtu 8 í Havn. Tað lat upp á fyrsta sinni í 1998. Endamálið var tá at veita eitt tilboð gjøgnum dagin til fyrrverandi og núverandi misnýtarar, og onnur, sum hava áhuga í einum rúsfríum umhvørvi.

Sangløta

Hvørt mánakvøld kl. 20 er sangløta í Skjólinum. Hesar sangløtur eru væl dámdar, og tað er góð uppmøting. Umframt nógvan felagssang, so er ofta sangframførsla við sangbólkum ella einstaklingum. Eisini er ein andakt á skránni. Aftaná sangløtuna er hugnaløta, har møguleiki er at fáa ein drekkamunn og okkurt gott aftur við. Tað er eisini møguleiki at tosa við fólkið, sum arbeiða á staðnum um átrokandi spurningar.