Búfelagsskapur
Búfelagsskapurin hevur til endamáls at vera bústaður hjá fólki, sum hava havt rústrupulleikar ella av øðrum orsøkum ynskja at búgva í einum rúsfríum umhvørvi. Bústaður í búfelagsskapinum er ikki ein varðandi loysn, og vil Blái Krossur stuðla fólki til at finna egnan bústað.
Í búfelagsskapinum eru tilsamans rúm fyri 4 fólkum. Hvør hevur egið kamar, men er felags um køk, stovu og baðirúm.