Forsíða

Rúsfríur vinur

Ein rúsfríur vinur er ein, sum ikki hevur rúsdrekka- ella rúsevnatrupulleikar, og sum ger edrúiligt virksemi saman við einum fyrrverandi missnýtara.
Endamálið er, at viðkomandi skal hava lættari við at koma víðari og halda seg frá at detta útí aftur. Hetta er grundað í tí, at mangan verður hildið fast í teimum gomlu mynstrunum og vinunum, tí rúsmisnýtararnir ofta ikki kenna til nakað annað, ella at annað edrúiligt virksemi er so fjart, at tey ikki tora at søkja tað sjálvi.

Stórur vandi við einsemi
Grundað á hagtøl hjá Blákrossheiminum yvir úttalisir hjá búfólkum, so er einsemi tann størsti faktorurin, sum ger, at klientarnir detta útí aftur. Við einseminum kemur meiningsloysi, so antin drekka fólk vegna meiningsloysi, tey uppliva, ella tey søkja sínar gomlu drykkjuvinir aftur, og “fella” so stutt eftir tað.
Virksemi, ið kann gerast saman við fyrrverandi misnýtaranum, er ymiskt. Til dømis gongutúrar, rennitúrar, kórsangur, binding, fiska, ítróttur, eta saman, mála, tekna, súkkla, fara á møti/kirkju, gera útferðir, taka myndir, tosa saman og nógv, nógv annað.

Rúsfríur vinur
Ein rúsfríur vinur skal:
– helst verða av sama kyni
– helst hava felags áhugamál
– helst nøkulunda jøvn í aldri
– vátta, at tey ikki taka rúsfríu vinirnar við til tiltøk, har tey verða freistað til at taka rúsandi løgir
– hava evni at vísa umsorgan
– seta sínar væntanir og ynskir fram, so tann, sum kemur út úr viðgerð, eisini er greiður yvir, hvar mørkini eru. Millum annað kann rúsfríi vinurin hava tørv á at seta nakrar reglur upp, nær hann ikki vil hava, at viðkomandi kann ringja

Tekna teg sum rúsfrían vin!
Tað er stórur tørvur á rúsfríum vinum. Serliga er stórur tørvur á mannfólki, ið vilja vera rúsfríir vinir. Tann, ið hevur áhuga at vera rúsfríur vinur, verður biðin um at senda teldupost til ella ringja á tel 770775.
Upplýs navn, bústað, telefonnummar, føðingardag og 3-4 áhugamál.

Tey, sum tekna seg sum vinir, skulu fyrst á eitt skeið, sum varir umleið 5 tímar. Skeiðið verður hildið av starvsfólki á Blákrossheiminum. Eftir tað fær rúsfríi vinurin onkran persón, ið hann/hon kann vera vinur hjá.
Ver vælkomin sum rúsfríur vinur.

Teldupostur: 
Telefon: 770775