Forsíða

Keypstreytir

Prísir

Allir prísirnir er í DKK íroknað 25%, um vøran er mvg-skyldug. Bøkur eru mvg fríar. Fyrivarni verður tikið fyri prísbroytingum, prentvillum og útseldum vørum.

 

Bílegging

Tú bíleggur við at skriva allar neyðugar upplýsingar í røttu teigarnar. Tað er ein treyt, at teigarnir fyri navn, bústað, bygd/bý, teldupost og telefon skulu útfyllast. Bíleggingarváttan verður send til teldupostadressuna.

 

Ein bílegging kann vera at lata eina gávu til Bláa Kross Føroya (BKF). Tá verður ongin vøra send til kundan. Tó verður ein bíleggingarváttan send til kundan.

 

Um vørur verða bílagdar er avgreiðslutíðin vanliga 2-5 yrkadagar. Er vøran ikki á goymslu, so royna vit at útvega hana innan 14 dagar. Um hetta ikki eydnast og avgreiðslutíðin kann væntast at verða longri enn 14 dagar, boða vit kundanum frá hesum. Kundin kann tá velja at strika handilin, um avgreiðslutíðin gerst ov long.

 

Gjaldshættir
Tá bílagt verður, fær kundin møguleika at velja 1 av 2 gjaldshættum:

 

1.     Gjaldast kann við hesum gjaldskortum:

DK-kort (Dankort), VISA, MasterCard Debit & Credit
Um tú rindar við gjaldskorti, skalt tú tøppa inn kortnummar, endadag og eftirlitstal við bílegging av vøruni. Harvið loyvir tú okkum at taka upphæddina av tygara konto. Upphæddin verður ikki tikin av kontoini, fyrrenn vøran er send av goymsluni.

 

Trygd við kortgjalding

Vit nýta góðkendu trygdarskipanina SSL í sambandi við nethandlar og flytingar. SSL merkir Secure Sockets Layer og tryggar, at allir upplýsingar, sum verða sendir millum ein ambætara og kagara servara vera verandi privatir og óbroyttir. Hetta er neyðugt, tá gjaldskort, loyniorð, persónligir upplýsingar o.a. verða send umvegis internetið.

Ein útgreining av hesum handilstreytunum finst her: www.betaling.dk.

 

2. Gjaldast kann kontant við avheintan

Vøran kann avheintast á skrivstovuni hjá Bláa Krossi Føroyar, Heiðavegur 32, 600  Saltangará. Vøran skal tá gjaldast kontant ella við gjaldskorti.

 

Avgreiðslugjald

Um vøran verður send við postinum, verður postgjald lagt omaná prísin. Upphæddin verður víst á endauppgerðini. Upphæddin verður ásett eftir prísunum hjá Posta.

 

Returrættur

Kundin hevur 14 dagar iðranarrætt fyri allar keypsordrar. Um kundin velur at avbróta keypið verður keypsupphæddin afturgoldin saman við fraktini. Kundin skal tó gjalda fyri at senda vøruna aftur til BKF. Kundi hevur 24 mánaða kærurætt.

 

Viðmerkingar og klagur

Viðmerkingar og klagur kunnu sendast til