FUR heiðra Alisu Hammer fyri stóra arbeiði millum børn og ung

“Alisa er eitt menniskja við einum kempi hjarta, ið umfatar øll. Ein persónur, ið offrar alt fyri at hjálpa øðrum í teirra truplu umstøðum.”

Hesin setningurin er millum tey rósandi orðini, vóru brúkt, at lýsa Alisu og hennara arbeiði við børnum og ungum, sum koma frá heimum, ið hava avbjóðingar við rúsdrekka og/ella rúsevnisnýtslu.

Alisa fekk tann 4. juli heiðursløn frá FUR (Føroya Ungdómsráð) fyri sítt arbeiði.

Blái Krossur Føroya vil ynskja Alisu hjartaliga tillukku við hesum stóra heiðrinum, og samstundis takka henni fyri tað stóra arbeiði hon og starvsfólkinið á Fyribyrgingardeildini hjá Bláa Krossi Føroya gera. Við ynskjum um góðan byr framyvir.

Grundgeving fyri heiðringini

Soleiðis orðaðist grundgevingin fyri heiðringini:

Alisa Hammer berjist fyri einum mestsum ósjónligum bólki í okkara samfelag – børnum, ungum og annars familjunum hjá fólki, ið hava tað trupult við rúsdrekka- og rúsevninýtslu.

Ígjøgnum sítt ótrúliga arbeiði hevur hon megna at sett fokus á hetta økið í Føroyum, uppá ein máta eg ikki havi sæð áður. Umframt hetta, megnar hon at møta hesum familjunum, ið seta seg í samband við hana ígjøgnum tilboðið ‘Øll hava rætt til góð barnaár’, uppá ein ótrúliga nærverandi, hjálpsaman og hjartanemandi hátt.

Alisa hevur m.a. bólkar fyri børn og ung, ið koma frá heimum har rúsdrekka ella rúsevnisnýtslan hjá foreldrunum ávirkar tey nógv. Alisa ger tað møguligt hjá hesum børnunum at vera hoyrd. Í bólkunum fáa tey møguleika at seta orð á frustratiónir, vreiði, skuffilsi, upplivingar, o.s.fr. og fáa stuðul.

At sleppa at arbeiða saman við henni og síggja hvussu stóran mun samtalurnar og bólkaterapiin hevur á lívið hjá børnum og ungum er eitt privlegium og hetta er eisini grundin til, at vit vita, at hon hevur uppiborði hesa heiðursløn.

Alisa er eitt menniskja við einum kempi hjarta, ið umfatar øll. Ein persónur, ið offrar alt fyri at hjálpa øðrum í teirra truplu umstøðum, og ikki minst berjist fyri einum samfelag har eingin veksur upp við fullum foreldum, og um tey gera tað, so skulu tey fáa hjálp. Samstundis sum hon aldrin setur fokus á seg sjálva. Hon hevur uppiborið størstu viðkenningina fyri alt hon ger og tí vil eg gjarna instilla hana til hesa heiðursløn.

 

Samanumtikið er grundgevingin hendan:

Alisa ger eitt fantastiska stórt arbeiði ímillum børn og ung, ið koma frá heimum, ið hava avbjóðingar við
rúsdrekka- og/ella rúsevnisnýtslu. Hon leggur alla orku í hetta arbeiði og ger ein stóran mun í lívunum hjá nógvum børnum og ungum í Føroyum.

Afturat Alisu, vóru Astrid Joensen, Havnar KFUK skótar og Áslakur Heinesen, skótabólkurin Lervíks Páll heiðraði fyri teirra arbeiði við børnum og ungum innan skótaarbeiði.

Her kanst tú hoyra innslagi frá ‘Góðan morgun Føroyar’.