Forsíða

Gev tína arbeiðsmegi

Gev tína arbeiðsmegi!
Alt arbeiði í Blákrosshandlunum er sjálvboðið. Tilsamans eru umleið 300 sjálvboðin og starvast á skift í handlunum.
Vit takka hjartaliga hesum mongu sjálvbodnum fyri teirra trúfasta arbeiði.
Vit taka eisini fegin móti fleiri sjálvbodum. Vinarliga sigið frá í handlunum ella á skrivstovuni hjá Bláa Krossi.

Endamálið
Høvuðsendamálinum við handlunum hjá Bláa Krossi er at fíggja fjølbroytta virksemi hjá Bláa Krossi. Harumframt er tað eisini eitt sosialt virksemi, ið gagnar umhvørvinum, aktiverar pensjónistar og onnur, og gevur fólki møguleika at keypa ymiskt fyri ein bíligan penga.