SKÚLIN:

Vit bjóða okkum fram at undirvísa um rúsdrekka og rúsevnir í fólkaskúlanum. Undirvísingin er tó ikki einans um hesi evni, men um ymiskt annað, ið hevur tilknýti til børn, ungdóm og rús. Hetta kunnu verða evni sum bólkatrýst, sjálvsvirði og at seta mørk. Allar royndir vísa, at fyri at fáa dygdargóð úrslit í fyribyrgjandi arbeiðið, so er tað av alstórum týdningi, at foreldur ella onnur vaksin, ið vara av børnum og ungum, eru við til fyribyrgjandi tiltøk. Tí vilja vit fegin sleppa at undirvísa foreldrunum, soleiðis at gjøgnumskygni kemur í, og at tann reyði tráðurin sæst aftur, tá vit vitja á skúlum.


UNGDÓMSHÚS:
Vit vitja eisini fegin í ungdómshúsum leggja tiltøk tilrættis saman við leiðsluni í húsinum. Evnini kunnu vera fjølbroytt.


LEGUR OG SAMKOMUR:
Starvsfólk okkara hava drúgvar royndir við fyrilestrum og tiltøkum á legum. Bæði ungdómslegum, familjulegum og bygdalegum. Evnini kunnu verða mong, ið hava eina ella aðra relatión til rúsdrekka ella rúsevnir.

Dømir um evnir, ið verða viðgjørd:

  • Hvussu merkir tað barnið at vaksa upp í heimi við rústrupulleikum
  • Sjálvsálit, sjálvsvirði og bólkatrýst
  • Hvussu seta felagsmørk sum foreldur
  • Samskifti millum børn og vaksin

MØTI
Sum felagsskapur, ið byggir á eitt kristiligt grundarlag, er sjálvsagt, at vit eisini vitja á møtum, ungdómsmøtum ella øðrum tiltøkum fyriskipað av samkomum. Vit tílík høvi kunnu vit hava um eitt ávíst evni ella greiða frá um okkara arbeiði. Eisini eru tað fleiri av starvfólkum okkara, ið kunnu bera fram eina talu á møtum.

Um ynski er at fáa vitjan av einum frá Bláa Krossi, setið tykkum so í samband við fyribyrgingarráðgevan ella skrivstovu okkara á tlf. 470 000 ella á teldupost blakross@blakross.fo.

 
 

Slóðir
Altjóða Blái Krossur
Blái Krossur Noreg
Blå Kors Danmark
Fleiri slóðir..
Lívssøgur
Lívssøga Jákups
Lívssøga Annika
Lívssøga Jónhildu og Gullak
Fleiri lívssøgur..
Samband
E-post
Facebook