Væleydnað Blákrossfest á Toftum seinasta sunnudag
17 jan 2012 kl 16.30 | Jakup

Blákrossfest var á Toftum seinasta sunnudag
og hon var væl eydnað. Fyrst var aðalfundur, og har møttu eini 25 fólk upp. Roknskapur
og frágreiðing frá virksemi felagsins vóru løgd fram og nevndarval var á skránni.
Sitandi nevndarlimir vóru afturvaldir.
Eini 150 fólk møttu upp til møti, ið var eftir
aðalfundin. Sverri Steinhólm, formaður í landsnevndini hjá Bláakrossi, talaði,
og Tofta Streingjakór sang. Undir møtinum komu eisini 8 vælklæddir harrar marcherandi upp á pallin har teir síðan framførdu vakran fleirræddaðan sang. Hetta var dupultkvartettin VEGA úr Fuglafirði. Teir framførdu bæði sangir, ið hoyra árstíðini
til, fosturlandssangir og andaligar sangir.
Eftir møti var nátturði við góðum føroyskum
viðskera, og síðan kom bólkurin TOS á pallin at framføra.
Sí myndir frá degnum her!