Ung drekka minni

21 jan 2012 kl 20.06 | Jakup
  Ung drekka minni
Kanningar av rúsdrekkavanum hjá ungum í ymsum londum í Europa vísa eina minkandi gongd. Færri smakka sær á, og tey, ið drekka, drekka minni regluliga í smærri nøgdum. Ung eru meira tilvitaði um vandan við rúsdrekka, reglurnar viðvíkjandi rúsdrekka eru herdar, og søgurnar um hvussu fullur ein var eru ikki eins populerar longur, eru mettar at verða høvuðsorsøkirnar til hesa gongd.

Kanningar í Svørríki í 1977 vístu, at umleið 90% av ungum í 9. flokki høvdu roynt rúsdrekka. Tølini í dag vísa nakað heilt annað: 54% av dreingjum og 58% av gentum í sama aldri hava roynt rúsdrekka, ið merkir at líka undir helvtin av teimum aldrin hava roynt tað.

CAN (Centralforbundet for alkohol- och narkotikaupplysning) hevur árliga gjørt kanningar ímillum ung í Svørríki og teirra rúsdrekkavanar. Tann seinasta kanningin frá 2011 vísir, at 2% færri dreingir og 7% færri gentur í 9. flokki hava roynt rúsdrekka í mun til árið frammanundan. Í mun til í 1977 er talið av dreingjum í sama aldri, ið hava roynt rúsdrekka, minka við 34% og talið av gentum er minka við 33%.

Talva 1: Tal (%) av ungum í Svørríki, ið hava roynt rúsdrekka - 1977-2011

Ár

77

80

83

86

89

92

95

98

01

04

07

08

09

10

11

Dreingir

88

86

80

79

76

79

72

73

74

67

61

63

58

56

54

Gentur

91

87

83

77

74

76

76

79

77

72

67

66

65

65

58

Av teimum, ið hava roynt rúsdrekka, verða eisini íroknaði tey, ið svaraðu at tey høvdu drukkið eitt glas ella meira um árið.

Í 2004 byrjaði CAN at gera somu kanningar ímillum miðnámsskúlanæmingar, og eisini har er talið av ungum, ið hava roynt rúsdrekka minka. Í 2004 høvdu 86% av dreingjum og 89% av gentum roynt rúsdrekka, meðan í 2011 var talið minkað við ávikavíst 3% og 4% fyri bæði kynini.

Hagtølini vísa, at fleiri gentur drekka enn dreingir. Men harafturímóti vísir kanningin, at dreingir drekka nógv meira enn gentur. Samlaða ársnýtslan per persón er tó eisini minka yvir seinastu árini fyri báðar árbólkar og fyri bæði kynini.

Rúsdrekka vanar í Føroyum

Í Føroyum sæst minkandi gongdin á rúsdrekkanýtslu millum ung eisini. Deildin fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu í Føroyum hevur síðan 1989 kannað rúsdrekkavanar hjá ungum í 9. flokki. Í 2003 søgdu 38% seg ikki hava smakkað rúsdrekka seinastu 30 dagarnir, meðan 12% aldrin høvdu roynt tað yvirhøvur. Seinasta kanning frá 2007 at 48% søgdu seg ikki hava smakkað rúsdrekka seinastu 30 dagarnir, og 16% ongantíð høvdu drukkið rúsdrekka yvirhøvur. T.v.s. 10% fleiri høvdu ikki hava smakka sær á seinastu 30 dagarnir og 4% fleiri høvdu ongantíð roynt rúsdrekka.

Ein nýggj kanning hjá SSP frá 2011 vísir, at 76% av dreingjum og 64% av gentum um 15 ár aldur hava ikki smakka sær á seinasta mánaðin. Fyri ung um 14 ára aldur eru ávikavist 79% og 80%, ið ikki hava smakka sær á seinasta mánaðin. Umleið helvtin av bæði gentum og dreingjum um 14-15 ára aldur siga seg aldrin hava drukkið rúsdrekka.

Rúsdrekkavanar í Danmark

Í Danmark vísa kanningar somu gongd. Millum dreingir í 15-ára aldrinum er talið av teimum, ið drekka einaferð um vikuna minka úr 46% til 28% síðan 1998. Ímillum gentur í sama aldri er talið minka úr 38% til 19%.

Jakob Demant, sosiologur og lektor í Center for Rusmiddelforskning á Århus Universitet, sigur at orsøkin til hesa gongdina er at ung eru meira tilvitaði um rúsdrekka og fleiri tora at verða annarleiðis við ikki at drekka. Hetta merkir at trýstið at drekka er ikki so stórt, og at søgurnar um hvussu fullur ein var, hvat býtt ein gjørdi og hvussu nógv ein spýði ikki eru so populerar longur.

Spurd hvat hendan gongdin merkir og hvussu nógv hon merkist í Føroyum sigur Jóngerð Nielsen, fyribyrgingarráðgevi hjá Bláa Krossi Føroya, at orsøkin til hesa gongd, eisini í Føroym, er helst tí at børn og ung í dag eru meira upplýst um vansarnar og avleiðingarnar av rúsdrekkanýtslu. "Fleiri teirra tora eisini betur í dag at verða erlig og annarleiðis. Tey tora at siga frá og standa við sína meining.”

Síðst í mai mánað koma úrslitini frá nýggjastu kanningini hjá ESPAD (The European School Survey Project on Alcohol and other Drugs) frá 2011. Hendan kanningin umfatar kanningar av rúsdrekkavanum hjá ungum í 39 Europeiskum londum, og eru 9. floks kanningarnar í Føroyum partur av hesum.

Keldur:
www.can.se

www.health.fo

www.espda.org

Udfordringen vika 52/2011

SSP-ráðgevingin á Barnaverndarstovu Føroya


 
 

Slóðir
Altjóða Blái Krossur
Blái Krossur Noreg
Blå Kors Danmark
Fleiri slóðir..
Lívssøgur
Lívssøga Jákups
Lívssøga Annika
Lívssøga Jónhildu og Gullak
Fleiri lívssøgur..
Samband
E-post
Facebook