Staðið fyri eftirviðgerðarbólki í 10 ár
13 jan 2012 kl 15.27 | Blakross
Regin Jacobsen, á Nesi, hevur 9.
januar staðið fyri eftirviðgerðarbólkinum, ið
heldur til á skrivstovuni hjá Bláa Krossi í Runavík, í 10 ár
Blákrossarbeiðið er eitt hjartamál
hjá Regini. Hann hevur eitt nú sitið í landsnevndini í mong ár.
Men tað er eftirviðgerðarbólkurin, ið er hvørt mánakvøld kl.
19.00, ið fyllir mest í dagliga blákrossarbeiðinum hjá Regini.
So at siga hvørt mánakvøld hesi seinastu 10 árini, hevur Regin
verið har og tikið ímóti teimum, sum hava leitað sær í bólkin.
Tað eru mong, sum eru honum takksom fyri henda gerning.
Eftirviðgerðarbólkurin er ætlaður
fólki, ið hava verið í viðgerð fyri rústrupulleikar, men eru
eisini onnur, sum leita sær í ein slíkan bólk fyri at hitta
onkran í hevur verið í somu støðu sum ein sjálvur.
Ein eftirvðigerðarbólkur kemur saman
mánakvøld kl. 19.00 á skrivstovuni hjá Bláa Krossi í Runavík
og ein kemur saman hóskvøld kl.19.00 á Blákrossheiminum í Havn.