Søkt verður eftir skrivstovufólki
10 feb 2012 kl 18.11 | Jakup
Søkt verður eftir skrivstovufólki:
Við hesum verður søkt eftir skrivstovufólki til Blákrossheimið.
Uppgávur/arbeiðsøki:
- telefonavgreiðsla
- gera lønir klárar til
avgreiðslu
- tíma uppgerð
- tilrættaleggja
arbeiðslista
- gera skjøl klár til
bókhaldið
- praktiskt arbeiði
- innskriving av
viðgerðartilfari
Førleikar/eginleikar:
- skrivstovuútbúgving
- tú ert álitisvekjandi
og álítandi
- tú dugir væl at arbeiða
við menniskjum
- tú ert fyrikomandi og
hevur samstarvsvilja
- tú hevur evni at arbeiða
sjálvstøðugt
- tú vilt arbeiða
samsvarandi blákrosshugsjónini
Løn/setanartreytir:
Talan er um starv uppá
0,5 tíð. Lønin verður ásett smb.
avtalu. millum Fíggjarmálaráðið og Starvsmannafelagið.
Meiri fæst at vita um
starvið við at venda sær til Olgu Magnussen á tlf. 315575 ella olga@blakross.fo
Umsókn saman við
møguligum prógvum, viðmælum v.m. skal vera okkum í hendi í seinasta lagi
hósdagin 23.feb. 2012. Starvið verður sett skjótast gjørligt.
Umsóknin skal sendast
til
Blákrossheimið
Olga Magnussen, leiðari
Lynggøta 12
FO-100 Tórshavn
Blákrossheimið, ið er viðgerðarheim
fyri rúsdrekka- og rúsevnismisnýtarar, er stovnsett av Bláa Krossi Føroya við
góðkenning frá Føroya Landsstýri. Á heiminum eru 9,5 ársverk. Pláss er fyri 15
búfólkum.