Samkoma fyri sjálvbodnum starvsfólki í Blákrossbúðunum

19 nov 2011 kl 19.39 | Jakup
  Samkoma fyri sjálvbodnum starvsfólki í Blákrossbúðunum

Eins og undanfarin ár, varð aftur í ár skipað fyri samkomu fyri teimum, sum arbeiða í Blákrossbúðunum. Mánakvøldið 14. november samlaðust tey sjálvbodnu á Sjókafeini í Runavík. Á hesum tiltakinum blivu eisini 200.000 kr. latnar verkætlanini um at byggja nýtt viðgerðarstað á Nesi.

Sverri Steinhólm, formaður í landsnevndini, byrjaði samkomuna við eini andakt, og eftir ein góðan bita legði aðalskrivarin, Hjalmar Hansen, fram tøl fyri sølugongdina í búðunum. Hann vísti á gongdina í Havn og í Runavík. Gongst sum higartil í ár, so verður samlaða sølan í ár omanfyri 1 millión kr. í báðum búðunum.

Okkurt undirhald, m.a. mótasýning, var eisini á skránni og felagssangurin gekk væl. Sum vanligt er sungu mennirnir, ið vóru við, sangin ’Fagra Blóma’ – allarhelst sum eina serliga heilsan til tær 140 kvinnurnar, ið gera eitt megnar sjálvboðið arbeiði í búðunum.


Serlig gáva til byggiætlanina á Nesi

Á samkomuni var ein kekkur á 100.000 kr. handaður frá Blákrossbúðunum til verkætlanina at byggja nýtt viðgerðarstað á Nesi. Leiðarin á Blákrossbúðunum og limur í bygginevndini, Olga Magnussen, tók ímóti kekkinum.

Við sama høvið var ein onnur gáva á 100.000 kr. latin til byggiætlanina. Landsnevndin hevur avgjørt, at 100.000 kr. frá Landsinnsavningini, sum var í mai, skulu fara til hetta endamál, og vóru hesir pengar eisini handaðir bygginevndini hendan dagin. So alt í alt vóru 200.000 kr. latnar til byggiætlanina hetta kvøldið.

Síggj fleiri myndir frá kvøldinum á myndasavninum!


 
 

Slóðir
Altjóða Blái Krossur
Blái Krossur Noreg
Blå Kors Danmark
Fleiri slóðir..
Lívssøgur
Lívssøga Jákups
Lívssøga Annika
Lívssøga Jónhildu og Gullak
Fleiri lívssøgur..
Samband
E-post
Facebook