Seta ferð á byggiætlanina á Nesi
09 jul 2011 kl 19.35 | Blakross
Sum teimum flestu kunnugt, hevur Blái Krossur fyri fleiri árum síðan fingið grundøki frá Nes kommunu til hetta endamál. Av ymiskum orsøkum hevur ikki gingið so skjótt við hesi ætlan, sum ynsikligt var.
Eftir at MGV-lógin nú er broytt, soleiðis at møguligt er at fáa MGVið endurgoldið, er avgjørt at seta ferð á hesa byggiætlan. Tekningar og kostnaðarmetingar, sum eru gjørdar fyri nøkrum árum síðan, verða eftirhugdar. Bygginevndin, sum var sett fyri nøkrum árum síðan, við Dakku Petersen sum formanni, arbeiðir við hesum økinum. Harumframt hevur Landsnevndin avgjørt at seta eina fíggjarnevnd, ið burturav skal takað sær av at fáa fíggingina avgreidda. Henda nevnd er manna við Álvi Højgaard, Jaspur Langgard, Óla Breckmann og Hjalmar Hansen.
Fyrsta átakið, fyri at fáa fíggingina uppá pláss, er ein áheitan, sum í hesum døgum verður send til allar blákrosslimir, um at stuðla byggiætlanina við eini fastari flyting hvønn mánaða í 24 mánaðar. Hjalmar Hansen, aðalskrivari, sum samskipar byggiætlana sigur, at á henda hátt fáa allir blákrosslimir møguleika at vísa sín stuðul til hesa týdningarmiklu ætlan. Hann vónar at undirtøkan verður góð frá limunum. Blái Krossur hevur 1400 limir, so tað átti at borðið til at fingið eina munandi upphædd til vega á henda hátt. Hjalmar nevnir sum dømi, at um 300 limir geva 200 kr. um mánaðin í 24 mánaðar, so verður hetta tilsamans til kr. 1, 44 mio kr.
Higartil hevur Blái Krossur umleið 1 mio.kr. ið eru tøkar til endamálið.
Les meira um byggiætlanina her