Blákross neistin kveiktur í Kambodja
05 jun 2011 kl 18.33 | Ólavur
Heimamissiónin hevur í nøkur ár havt trúboðanararbeiðið í Kambodja. Millum annað hava fólk úr Kambodja eisini vitja í Føroyum í maj mánað seinata ár. Á hesi vitjan vóru tey eisini á gátt hjá okkum í Bláa Krossi og vóru hugtikin av hesum arbeiðið.
Tí var fyrispurningur komin úr Kambodja um onkur kundi koma og bera teimum blákross hugsjónina. Avgjørt var, at formaðurin og aðalskrivarin í Bláa Krossi, skuldi fara til asiatiska landið, næstu ferð onkur frá Heimamissiónin vitjaði. Formaðurin, Sverri Steinhólm, var to noyddur at geva avboð til ferðina.
Hjalmar Hansen, aðalskrivari, sigur at hann á ferðini møtti fleiri fólkum sum høvdu áhuga fyri einum slíkum diakonalum arbeiðið. Hann hevði eitt seminar ein dag fyri uml. 50 fólkum, sum komu úr ymiskum samkomum í Siem Reap. Harumframt kunnaði hann um blákross arbeiðið í samband við onnur tiltøk.
Hvat kann spyrjast burtur úr, er ov tíðliga at siga enn, men avgjørt var at 6 persónar ið hava áhuga í at Blái Krossur gerst verðuleiki í Kambodja, seta seg saman og gera sær sjálvum greitt hvat teir vilja og ynskja og hvussu Blái Krossur kundi arbeitt í Kambodja. Hjalmar Hansen, sigur, at Blái Krossur Føroya fer ikki at stovna eitt Blákross arbeiði í Kambodia, men um tey á staðnum ynskja tað, so kunnu vit ella okkurt annað limaland IFBC stuðla við vegleiðing og møguliga eisini fíggarliga.
Tó er tað týdningarmikið, at intiativið kemur úr Kambodja, og at tað eru fólk á staðnum sum brenna fyri slíkum arbeiði.
Blákross neistin er kveiktur, lat okkum biðja og vóna at hann kann gerast eitt ljós eisini í Kambodja, sigur Hjalmar at enda.