Nýggja blákrossblaðið nú á heimasíðuni
24 sep 2011 kl 17.59 | Jakup

Nýggja Blákrossblaðið, ið kom út fyrst í
hesum mánaðinum, kann nú lesast á Blákross heimasíðuni. Í blaðnum stendur at
lesa um nýggja átakið hjá Bláakrossi "Øll hava rætt til góð barnaár”, ið er
rættað ímóti børnum, sum vaksa upp í familjum við rúsdrekka trupulleikum. Eisini
verður greitt frá gongdini við byggingini av nýggja blákrossheiminum, føroyavitjanini
hjá Hans Inge Fagervik og hvussu altjóða samstarv hevur ment Bláa Kross Føroya.
LES BLAÐIÐ HER!