Kendi norski sangarin Hans Inge Fagervik á Føroyavitjan
05 sep 2011 kl 12.00 | Blakross
Hans
Inge Fagervik kemur til Føroya 12. september. Á síni Føroyaferð
kemur Hans Inge at vitja fleiri miðnámsskúlar, umframt at hann
eisini verður í ungdómshúsinum á Toftum og fer at hava eina
almenna konsert í Løkshøll í Runavík fríggjakvøldið 16.
september.
Hans
Inge Fagervik er ikki heilt ókendur í Føroyum. Um øll kanska ikki
kenna hann av navni, so hava flestu føroyingar hoyrt sangir hjá
norska yrkjaranum og sangaranum, sum javnan eru at hoyra í
útvarpinum. Kendasti sangurin hjá Hans Inge man vera ”Marita”,
sum er um eina gentu við rústrupulleikum, og sum seinni doyr.
Sangurin er umsettur til føroyskt og hevur navnið ”Maria”.
Umframt
at nýta síni tónlistarligu evni hevur Hans Inge Fagervik í fleiri
ár verið virkin innan fyribyrgjandi arbeiði í Noregi. Umvegis
felagskapin ”Marita-stiftelsen” hevur hann skipað fyri ymiskum
fyribyrgjandi tiltøkum. Eitt av hesum tiltøkum er tónleika-átakið
”Rock mot Rus”, sum Hans Inge fer at framføra fyri føroyskum
miðnámsskúlanæmingum.
Almenna
konsert í Leikshøll
Hans
Inge endar Føroyavitjanina á hesum sinni við almennari konsert í
Løkshøll fríggjakvøldið 16. september kl. 20.00, tá hann ferð
at framføra fleiri av hansara kendu sangum, eitt nú ”Marita” og
Tummasar sangur”. Konsertin kostar kr. 150 og fáast atgongumerkir
í FAST handlunum kring landi og á skrivstovuni hjá Bláa Krossi, tlf 470 700.
Hoyr sangin "Farvel Marita" her