Hans Inge Fagervik á vitjan í Føroyum
05 jun 2011 kl 18.43 | Ólavur
Blái Krossur hevur fingið kenda norska sangaran og sangskrivaran Hans Inge Fagervik at koma til Føroyar um miðjan september.
Hans Inge er virkin á fyribyrgjandi økinum. Hann er kendur í Noreg sum maðurin, ið gjørdi sangin ”Marita” til filmin við sama navni. Filmurin snýr seg um eina gentu, ið doyr orsakað av rúsevnamisnýtslu.
Hans Inge kemur at vitja miðnámsskúlar við einum átakið, sum hann nevnir ”Rock mot Rus”. Almenningurin fær tó eisini høvi at uppliva Hans Inge í Løkshøll fríggjakvøldið 17. september, har hann fer at hava konsert.
Mynd: http://www.hansingefagervik.com/