Fjølbroytt blákrossfest á Toftum

08 jan 2012 kl 4.35 | Jakup
  Fjølbroytt blákrossfest á Toftum

Sunnudagin 8. januar skipar Rituvíkar- og Tofta Blákrossfelag fyri árliga aðalfundi og blákrossfest felagsins.

Blákrossfestin byrjar við aðalfundi kl. 17.00 í missiónshúsinum Tabor á Toftum. Á aðalfundinum verður frágreiðing frá arbeiðinum, framløga av roknskapi og val av nevndarlimum.

Kl. 18.00 er Blákrossmøti har formaðurin í Bláa Kross Føroya, Sverri Steinhólm, talar. Tofta Streingjakór og dupultkvartettin VEGA úr Fuglafirði syngja.

Kl. 19.30 er nátturði og kl. 20.15 byrjar so ein sang- og hugnaløta har m.a bólkurin TOS kemur at framføra.

Øll eru hjartaliga vælkomin at vera við til alt tiltakið ella partar av blákrossfestini. Á sjálvum aðalfundinum kl. 17.00 eru tað tó bert limir, ið hava rætt til at atkvøða.


 
 

Slóðir
Altjóða Blái Krossur
Blái Krossur Noreg
Blå Kors Danmark
Fleiri slóðir..
Lívssøgur
Lívssøga Jákups
Lívssøga Annika
Lívssøga Jónhildu og Gullak
Fleiri lívssøgur..
Samband
E-post
Facebook