Endurnýtslan latin upp í dag

05 feb 2012 kl 0.43 | Jakup
  Endurnýtslan latin upp í dag


Nýggi endurnýtsluhandilin hjá Bláa Krossi, Endurnýtslan, lat upp fyri almenninginum í dag. Endurnýtsluhandilin er í hølum á Bakka á Glyvrum, har ymiskt annað vinnuvirksemi hevur verið fyrr. Eins og í teimum báðum Blákrossbúðunum er møguleiki her at keypa brúkt fyri lítlan pening, men her fæst ymiskt annað, t.d. innbúgv, lampur, steintoy og prýðislutir.

Í samband við at Endurnýtslan lat upp í dag, var móttøka í hølunum kl. 14:00. Til móttøkuna segði aðalskrivarin hjá Bláa Krossi nøkur orð, og borgarstjórin í Runavík, Magnus Rasmussen, bar eina heilsan fram.

Endurnýtslan verður fast opin týs- og fríggjadagar frá 13:00 til 17:30 - og annars, tá ið fólk er í Endurnýtsluni.

(Myndir frá móttøkuni síggjast her)

 
 

Slóðir
Altjóða Blái Krossur
Blái Krossur Noreg
Blå Kors Danmark
Fleiri slóðir..
Lívssøgur
Lívssøga Jákups
Lívssøga Annika
Lívssøga Jónhildu og Gullak
Fleiri lívssøgur..
Samband
E-post
Facebook