Danir vilja hækka aldursmarkið fyri at kunna keypa øl
10 jan 2012 kl 19.02 | Jakup
Ung skulu verða fylt 18 ár áðrenn tey kunnu
keypa eina øl. Tað er hugburðurin hjá meirilutanum av dønum, ið halda 16 ára
aldursmarkið verða ov lágt.
Heili 73% av dønum svaraðu í eini kanning herfyri,
at tað var eitt ‘gott hugskot’ ella eitt ‘ógvuliga gott hugskot’ at forbjóða rúsdrekkasølu
yvirhøvur til ung undir 18 ár. Kanningin bleiv gjørd av Epinion hjá Retail
Institute Scandinavia.
Danski heilsumálaráðharrin, Astrid Krag, heldur
hetta verða eitt gott hugskot. "Høga rúsdrekkanýtslan hjá dønum er orsøk til vánaliga
heilsu og styttri livitíð, og serliga millum tey ungu hava vit ein trupulleika,
sum vit mugu berjast ímóti. Tí eri eg glað fyri hesa staðfesting frá dønum, og
eg haldi eisini, at aldursmarkið er eitt av teimum tingunum, ið vit skulu
umhugsa at broyta,” sigur heilsumálaráðharrin.
Í flestu europeisku londunum skal ein
verða minst 18 ár fyri at kunna keypa rúsdrekka. Í 2008 lóggav danska Fólkatingið
fyri, at ung undir 18 ár ikki kunnu keypa tubbakk, og í mars 2011 bleiv tað
forboðið fyri ung undir 18 ár at keypa sterkari rúsdrekka.
Kelda: Berlingske