Danir framleiða tablett, ið minkar um rúsdrekka-ovurnýtslu

15 feb 2012 kl 17.35 | Jakup
  Danir framleiða tablett, ið minkar um rúsdrekka-ovurnýtslu

Granskarar í Danmark hava í seinastuni roynt eina nýggja tablet ímillum persónar við rúsdrekka-bundni, ið minkar um teirra rúsdrekkanýtslu við meira enn 50% um tablettin verður tikin javnan yvir eitt 12-mánaðar tíðarskeið.

Apoteksfyritøkan Lundbeck hevði meira enn 2000 persónar við rúsdrekkatrupulleikum við í fyrstu kanningini. Tveir triðjingar av teimum høvdu aldrin verið í viðgerð fyri ovurnýtslu av rúsdrekka áður. Eftir fyrstu mánaðirnar, har tey luttakandi høvdu tikið tablettina Nalmefene, byrjaðu tey flestu at drekka minni rúsdrekka og at hava færri dagar við ovurnýtslu. Eftir eitt ár var rúsdrekkanýtslan hjá teimum flestu minka við 50%.

Nalmefene inniheldur evni, ið minkar um hugin hjá einum persóni við bundni at drekka rúsdrekka. Tablettin sigst eisini kunna brúkast til aðrar bundnis-trupulleikar. Hesin viðgerðarhættur er nógv umrøddur av tí at hann ikki steðgar um rúsdrekkanýtsluna hjá einum persóni við bundni, men einans minkar um hana. Ein tablett verður tikin umleið ein tíma áðrenn ein fer at drekka, og hevur tað ávirkan, at persónurin ikki hevur hug til at drekka eins nógv. Hjáárinini eru tó, at ein kann blíva illa fyri, fáa hægri blóðtrýst og vilja spýggja.

Deborah Murrow, sálarfrøðingur við serfrøði innan bundni, vil verða við, at hendan viðgerðin fer at eggja fleiri persónum við rúsdrekka bundni at fáa viðgerð, av tí at fleiri teirra ikki kunnu ímynda sær eitt lív við fullkomnum fráhaldni frá rúsdrekka. Aðrir serfrøðingar innan økið meta, at tað skulu størri broytingar til fyri at koma trupulleikanum av bundni til lívs.

Olga Magnussen, leiðari á Blákrossheiminum, sigur, at tey brúka ikki medisin í síni viðgerð. "Tó so, um ein persónur í viðgerð ynskir at brúka medisin, so stuðla vit viðkomandi í tí. Fyri nøkur er tað ein bati meðan fyri onnur riggar tað ikki,” sigur Olga. Viðgerðin hjá Bláa Krossi tekur heldur støði í einum sálarfrøðiligum og social-pedagogiskum vinkli, ið heldur fer í dýpdina av trupulleikum, ið føra til bundni, og hvussu hesir trupulleikar kunnu loysast.

Medisin viðgerð fyri rúsdrekka bundni er ikki heilt ókent. Fylgjandi trý evnini verða brúkt til viðgerð av rúsdrekka-bundni í ymsum londum: Antabuse, ið ger at ein blívur illa fyri av at drekka rúsdrekka; Naltrexone, ið minkar um hug á rúsdrekka og forðar fyri tess ávirkan á heilan (líkt Nalmefene); og Campral, ið viðgerð eftirvirkningin av rúsdrekka-ovurnýtslu.


 
 

Slóðir
Altjóða Blái Krossur
Blái Krossur Noreg
Blå Kors Danmark
Fleiri slóðir..
Lívssøgur
Lívssøga Jákups
Lívssøga Annika
Lívssøga Jónhildu og Gullak
Fleiri lívssøgur..
Samband
E-post
Facebook