Almennur politiskur fundur um rúsdrekka og rúsevnir
19 okt 2011 kl 0.49 | Jakup
Týsdagin 18. oktober kl. 19.30 verður Miðlahúsið karmur um almennan
politiskan fund, har evnini rúsdrekka og rúsevnir verða viðgjørd. Tað er Blái
Krossur Føroya, ið skipar fyri fundinum.
Trý evni verða viðgjørd á fundinum. Hvørt evni byrjar við einum uppleggi,
og síðan fáa umboðini fyri politisku flokkarnir høvi til at koma við sínum boði
uppá politikk á økinum ella við viðmerkingum til uppleggið.
Uppleggini verða frá fólkið, ið arbeiða á rúsøkinum:
Olga Magnussen, leiðari á Blákrossheiminum, hevur eitt upplegg um "Rúsdrekka og Menniskja”, ið snýr seg um tá rúsdrekka er ein
trupulleiki hjá einstøkum menniskjum og avvarðandi hjá viðkomandi.
Martin Kúrberg, viðgerði á Blákrossheiminum, hevur eitt upplegg um "Ung og Rúsevnir”, har nomið verður við
rúsevnisnýtslu millum ung í Føroyum, og hvør lagnan er hjá ungum
rúsevnismisnýtarum.
Hjalmar Hansen, aðalskrivari hjá Bláa Krossi Føroya, hevur eitt upplegg um "Rúsevni og Samfelagið – Rúspolitiskir
Málsetningar”, har fokus er á hvørji mál politisku flokkarnir kunnu seta
innan rúsevnis-politiska økið.
Orðstýrari er Helgi Jacobsen. Blái Krossur boðar frá, at øll eru vælkomin
til tiltakið.