Tíðindasavn
2 dagar síðan, 25 feb 2012 kl 4.58

Í sendingini 'Tað Bláa Ljósið' í Kringvarpinum í dag bleiv evnið um rúsevnismisnýtslu viðgjørt. Prátað var við 45 ára gamla Jóhan Dalsgaard - Jóhan í Kollafirði - um hansara trupulleikar við rúsevnum frá ungum árum av, ið hann nú er leysur av, og við Martin Kúrberg, rúsevnaráðgeva hjá Bláa Krossi.
2 dagar síðan, 24 feb 2012 kl 22.18

Loksins, eftir eina 2 ára gongd, er arbeiðið við at orða virðis- og virkisgrundarlagið hjá Blákrossheiminum liðugt. Endamálið við hesum skjalinum er at lýsa viðgerðina á Blákrossheiminum. Hetta skjalið kann heintast niður og lesast undir
"Viðgerð á Blákrossheiminum".
5 dagar síðan, 21 feb 2012 kl 17.57

Vandin fyri fosturláti økist munandi, um ein kvinna við barn drekkur so lítið sum tvær alkoeindir um vikuna, vísir ein nýggj donsk kanning.
2 vikur síðan, 18 feb 2012 kl 15.43

Stranda Blákrossfelag bjóðar til Blákrossveitslu í Bygdahúsinum á Strondum sunnudagin 26. febr. kl 18. Thomas Juul Askham talar umframt at sangframførslur verða við Terja Vestergaard og Sangbólkinum Vega. Eisini kemur Maud Poulsen úr Hvalba at siga frá sínum lívi, sum avvarðandi at rúsmisnýtara. Øll eru hjartaliga vælkomin!
2 vikur síðan, 15 feb 2012 kl 17.35
Granskarar í Danmark hava í seinastuni roynt eina nýggja tablet ímillum persónar við rúsdrekka-bundni, ið minkar um teirra rúsdrekkanýtslu við meira enn 50% um tablettin verður tikin javnan yvir eitt 12-mánaðar tíðarskeið.
3 vikur síðan, 10 feb 2012 kl 18.11

Blákrossheimið søkir eftir skrivstovufólki. Sí meira um starvið og hvussu ein kann søkja her.
4 vikur síðan, 05 feb 2012 kl 0.43
Nýggi
endurnýtsluhandilin hjá Bláa Krossi, Endurnýtslan, lat upp fyri
almenninginum í dag. Endurnýtsluhandilin er í hølum á Bakka á Glyvrum,
har ymiskt annað vinnuvirksemi hevur verið fyrr. Eins og í teimum báðum
Blákrossbúðunum er møguleiki her at keypa brúkt fyri lítlan pening, men
her fæst ymiskt annað, t.d. innbúgv, lampur, steintoy og prýðislutir.
4 vikur síðan, 01 feb 2012 kl 1.46

Blái Krossur Føroya fer í samstarvi við Runavíkar, Nes og
Sjóvar Kommunum at víðka um endurnýtsluvirksemi. Týsdagin 31. januar kl. 14.00
letur handilin "Endurnýtslan” upp á Bakka á Glyvrum.
21 jan 2012 kl 20.06
Kanningar av rúsdrekkavanum hjá ungum í ymsum
londum í Europa eins og í Føroyum vísa eina minkandi gongd. Færri smakka sær á, og tey, ið
drekka, drekka minni regluliga í smærri nøgdum. Ung eru meira tilvitaði um vandan
við rúsdrekka, reglurnar viðvíkjandi rúsdrekka eru herdar, og søgurnar um
hvussu fullur ein var eru ikki eins populerar longur, eru mettar at verða høvuðsorsøkirnar
til hesa gongd.
18 jan 2012 kl 4.26
Blákrossheimið bjóðar Familjuskeið í
døgunum 26.-28. januar. Skeiðið verður hildið í Kaffihúsinum í Tórshavn. Sí film um skeiðið her.
17 jan 2012 kl 16.30
Blákrossfest var á Toftum seinasta sunnudag
og hon var væl eydnað. Sitandi nevnd bleiv afturvald, og umleið 150 fólk koma saman til Guðs orð og góðan sang á møtinum, ið var eftir aðalfundin. Síggj myndir frá degnum her.
13 jan 2012 kl 15.27

Regin Jacobsen, á Nesi, hevur 9.
januar staðið fyri eftirviðgerðarbólkinum, ið
heldur til á skrivstovuni hjá Bláa Krossi í Runavík, í 10 ár