Stuðla børnum við at bera bússu !

Tilsamans er tørvur á umleið 400 sjálvbodnum fólki at ganga við bússum fyri Bláa Kross 7. mai. Hetta fyri at stuðla tveimum verkætlanum hjá Bláa Krossi at hjálpa børnum, ið vaksa upp við familju við rústrupulleikum; einari føroyskari og eini grønlendskari verkætlan.

Sí meiri um verkætlanirnar her.

 

Størsta avbjóðingin er at fáa nóg mikið av fólki at ganga í Havn/Hoyvík/Argir, so at vit náa runt allan høvuðsstaðin 7. mai.

Tað eru umleið 55-60 rutir í Havn, og tí hava vit brúk fyri minst 60 fólkum, fyri at náa allan høvuðsstaðin, og vilja vit tí heita á fólk, um at bjóða seg fram at ganga. Ein skal vera 18 ár ella eldri.

Blái Krossur er komin hampuliga væl ávegis við at fáa ábyrgdarpersónar fyri hvørja bygd/bý. Hesi finna so aftur fólk afturat sær at ganga við bússum í sínari egnu bygd/býi. Men enn mangla nakrar bygdir/býir og tørvur er enn fyri nógvum fólki at ganga. Fólk eru vælkomin at bjóða seg fram.

 

Um tú ynskir at ganga – á heimstaðnum ella aðrastaðni – vinarliga sig frá á skrivstovuni hjá Bláa Krossi á:
Telefon: 770700
Telduposti: blakross@blakross.fo
Facebook: Blái Krossur Føroya

 

Vit takka hjartaliga fyri einhvørja hjálp