Søgan

Louis Lucien Rochat, 1849-1917 Upprunan til Bláa Kross finna vit í Sveits, har presturin Louis Lucien Rochat, eftir at hava hitt mong, ið vóru bundin av rúsdrekka, kendi seg kallaðan at byrja eitt hjálpararbeiði millum misnýtarar í 1877.
 
Í dag er blákrossarbeiði í fleiri enn 50 londum, serliga í Evropa og Afrika.
 
Blái Krossur byrjaði arbeiði sítt í Føroyum 18. november í 1904. Blái Krossur Føroya, sum er ein grein av Altjóða Blákrossarbeiðinum, virkar út frá fólkakirkjunnar evengeliska-lutherska grundarlagi, har dentur verður lagdur á gleðiboðskapin um Guds kærleika til okkum menniskju, ta kristnu siðalæruna og skyldu okkara at elska hvønn annan, og hava umsorgan fyri hvørjum øðrum.
 
Blái Krossur hevur til endamáls, við Guds og hansara orðs hjálp:
- at hjálpa menniskjum, ið eru illa stødd av rúsdrekkaávum,
- at fyribyrgja at fólk misnýta rúsdrekka og onnur rúsandi evni,
- at virka fyri eini rúsfríari lívsáskoðan og rúsfríum umhvørvi,
- at boða gleðiboðskapin um Guds kærleika til menniskju.
 
Blái Krossur Føroya er ein kristiligur fráhalds- og hjálparfelagsskapur, hvørs limir hava valt fullkomið fráhald til tess at vísa virðing og samanhald móti teimum, ið hava verið og/ella eru misnýtarar av rúsandi løgi.
 
Flestu limir eru knýttir at staðbundnum blákrossfeløgum kring landið, har skipað verður fyri fundum og øðrum tilboðum um kristnan felagsskap í rúsfríum umhvørvi.
 
Umframt tað fyribyrgjandi arbeiðið, við m.a. verkætlanini Børn í vanda, eigur og rekur Blái Krossur Føroya viðgerðarstovnin Blákrossheimið, Kafé Blákrossstovuna, Umsorganarheimið í Grønulíð, 2 búfelagsskapir, 2 Blákrossbúðir og gevur út Blákrossblaðið 4 ferð um árið. Tað eru umleið 20 lønt og 160 ólønt starvsfólk í felagsskapinum.
 
 

Slóðir
Altjóða Blái Krossur
Blái Krossur Noreg
Blå Kors Danmark
Fleiri slóðir..
Lívssøgur
Lívssøga Jákups
Lívssøga Annika
Lívssøga Jónhildu og Gullak
Fleiri lívssøgur..
Samband
E-post
Facebook