Satsar við barna- og ungdómsarbeiði

Blái Krossur í Grønlandi satsar nú við at gera eitt barna- og ungdómsarbeiði millum tey, ið vaksa upp í heimum við stórum rústrupulleikum.
Orð og mynd: Frants Jensen

Í summar var eg á toymisferð í Grønlandi.

Hetta er eitt toymi hjá Heimamissiónini, sum nú í sjey summur á rað hevur verið í Grønlandi. Sjálvur var eg fyri fyrstu ferð í Grønlandi.

 

Føroyskur stuðul leingir verkætlan
Eitt av tí, eg hevði sæð fram til at síggja og hoyra meiri um, var blákrossarbeiði í Grønlandi.

Vit høvdu vitjan av Nivé Heilmann, sum er sett í starv sum barna- og ungdómsráðgevi hjá Bláa Krossi í Grønlandi. Hon greiddi frá støðuni í Grønlandi og tosaði um tær ætlanir, sum eru stungnar út í kortið.

Hon er sett í starv av Bláa Krossi í Danmark til eina verkætlan, sum skal stimbra barna- og ungdómaarbeiðið hjá Bláa Krossi.

Nivé vísti á hagtøl, sum siga, at ein triðingur av øllum grønlendskum børnum vaksa upp í umhvørvi, har rúsdrekka er ein trupulleiki.

Ein triðingur av gentunum eru seksuelt misnýttar sum børn, og ein sjeyndapartur av dreingjunum, og tað er sum oftast sum fylgja av rúsdrekka.

Misnýtslan av rúsevnum (hashi) er vaksandi og sjálvmorðprosentið er sera høgt. Hetta er sum oftast eisini ein fylgja av rúsdrekka.
Hon vísti eisini á, at hugburðurin hjá grønlendingum er rættiliga nógv øðrvísi til rúsdrekka enn aðrastaðni.

– Til dømis veit eg um ein drong, ið ár eftir ár fekk tvær øl og sigarettir í føðingardagsgávu. Hugsanin er tann, at tey ikki bara arva eitt navn, men eisini samleikan hjá tí, sum tey eita eftir, sigur Nivé.

 

Verkætlan byrjar í sjey býum

– Verkætlanin ”Fælleskab for børn” gongur millum annað út uppá at møta teimum børnum og ungu, ið vaksa upp í heimum, har rúsdrekka er ein trupulleiki, og hava ymiskt mennandi virksemi fyri teimum. Tað er millum annað fyri at geva teimum eitt ljóspunkt í gerandisdegnum. Virksemið er ymiskt frá stað til stað, sigur Nivé.
Hon skal millum annað arbeiða við at fáa sjálvboðin og stimbra tey í virkseminum millum børnini og tey ungu. Ætlanin er eisini at hava tilboð til foreldrini.
Í Grønlandi eru seks býir, har Blái Krossur hevur sítt egna hús, har feløgini savnast. Ætlanin er, at blákrosshúsini skulu vera karmurin um hetta virksemi í hesum býunum.
Teir seks býirnir eru Paamiut, Nuuk, Maniitsoq, Sisimiut, Aasiaat og Ilulissat. Harafturat er Qasigiannguit eisini við í verkætlanini. Hetta eru alt býir á vestursíðuni á Grønlandi.

 

Takkar fyri stuðulin
Ein liður í verkætlaninni er eisini at fáa tey staðbundnu blákrossfeløgini at gerast meiri virkin og búgvin til uppgávuna.

Blákrossarbeiði í Grønlandi hevur nevniliga í nógv ár koyrt við einum rættiliga lágum blussi.

Undanfarin Grønlandstoymi hava fleiri ferðir verið í samband við staðbundna blákrossfelagið í Nuuk og við landsnevndarlimir í Bláa Krossi í Grønlandi. Toymið hevur eisini gjørt vart við støðuna bæði yvir fyri Bláa Krossi í Danmark og Bláa Krossi í Føroyum.
Tað er gleðiligt at síggja, at tað nú spírar og nýtt lív er við at koma í blákrossarbeiði í Grønlandi.

Hetta er ein sera stór uppgáva, sum Nivé hevur játtað seg til, og sum hon brennur fyri.

– Eg vil takka føroyingum hjartaliga fyri fíggjarliga stuðulin og fyri tann stuðul, sum Grønlandstoymið og Blái Krossur Føroya hevur veitt arbeiðinum í Grønlandi, sigur Nivé.

Hon vónar, at samstarvið mennist komandi árini.

 

Les fleiri greinar í ársins triðja blákrossblaðið:
blakross.fo/kunning-2/blakrossbladid/