Børn og ung, ið vaksa upp
har rúsdrekka er til ampa fyri trivnaðin heima, skulu nú verða hoyrd og fáa
tilboð um hjálp. Hetta er endamálið við bólkunum, ið Blái Krossur skipar fyri
og bjóðar børnum og ungum, ið kenna til hendan trupulleikan. Tankin er at skapa
eitt trygt umhvørvi, har arbeitt verður við avbjóðingunum, ið hesi børn kenna
alt ov væl.
Gera trupulleikan meira sjónligan
Tiltakið er ein liður í
verkætlanini ”Øll hava rætt til góð barnaár” hjá Bláa Krossi Føroya. Endamálið
er at gera tað meiri sjónligt og opið at tosa um tað at vaksa upp í einum
heimi, har rúsdrekka er ella hevur verði til ampa fyri trivnaðin í familjuni.
Hjá teimum flestu er hetta eitt tabu, men Blái Krossur vil vísa á, at
trupulleikin er veruligur í Føroyum eins og hann er í øðrum londum, og at mong
eru tey, ið stríðast við hann.
Lærarar, heilsufrøðingar
og onnur fakfólk kenna eisini til hendan trupulleikan og siga seg mangan standa
á berum, tá tey hava við børn í slíkari støðu at gera. Tey vita snøkt sagt ikki
hvar tey skulu venda sær, ella hvar tey skulu bjóða hesum børnum at fara.
Støðan uttanlands
Í Danmark og øðrum londum
verður stórur dentur lagdur á at hjálpa børnunum hjá teimum, ið stríðast við
rúsdrekka trupulleikar. Hetta tí tað vísir seg fyri fleiri, at tað fær
álvarsamar avleiðingar fyri tey seinni í lívinum, um tey ikki fáa hjálp. Teirra
sosialu førleikar verða settir uppá spæl og tey kunnu enda í rúsdrekka
misnýtslu ella øðrum trupulleikum sjálvi. Blái Krossur Føroya vil tí skapa eitt
umhvørvi, har børnini verða hoyrd, har tey kunnu siga tað, tey vilja, og har
tey kunnu verða tey, ið tey eru – í tryggum umstøðum.
Møguleiki at møta øðrum í somu støðu
Børn og ung sum koma í
bólkar hjá Bláa Krossi, fáa møguleika fyri at møta øðrum, sum eisini kenna til,
at hava foreldur við rúsdrekka ella rúsevnistrupulleikum.
Bólkarnir verða í fyrstu
atløgu skipaðir til børn og ung í aldrinum 7 – 18 ár, har bólkarnir hvør í
sínum lagi koma at arbeiða við avbjóðingum sum tey uppliva í sínum
gerandisdegi.
Bólkarnir verða settir
saman eftir aldri og bústaði, soleiðis at tey sum verða í bólkinum eru um sama
aldur og búgva í sama býi ella í somu bygd. Vit hava skipað fyri og havt
kunningardagar í Tórshavn og Eysturoynni, har vit hava kunnað um ætlaninar við
hesum bólkum.
Í mars mánaða byrjaði so
tann fyrsti bólkurin.
Tað eru javnan fólk sum
venda sær til okkara við ynski um at sleppa í bólk, og verða bólkarnir skipaðir
so hvørt.
Vit vilja hjálpa
So kennir tú til hesar
trupulleikar ella kennir tú onkran sum hevur tørv á slíkum tilboði, er tú
vælkomin at seta teg í samband við Jóngerð Nielsen, fyribyrgingarráðgeva á
telduposti jongerd@blakross.fo ella á tlf. 59 95 30.