Blái Krossur bjóðar seg til at veita ráðgeving í samband við fyribyrgjandi tiltøk, fundir, átøk ella annað. Vit hava drúgvar royndir í rúsfyribyrgjandi arbeiði og fólk við serkunnleika á ymiskum økjum.
Vit hava:
- Gjøgnumført verkætlanina "Rúsfrí avtala". Hetta var eitt átak fyri at fáa ung at útseta aldurin, har byrjað varð at smakka sær á.
- Gjøgnumført verkætlanina "Børn í vanda/tilvitað foreldur". Hendan verkætlan vendi sær til børn og foreldur, har miðjað var eftir at minka um møguleikarnar fyri, at børn og ung komu í trupulleikar av rúsdrekka ella rúsevnum ígjøgnum gott samskifti.
- Verkætlanin "Valið er títt", har vitjað varð á flestu framhaldsdeildum saman við einum persóni, ið hevur verið misbrúkari av rúsevnum, so sum heroin og líknandi.
- Vegleitt kommunum og sosialum mynduleikum í ítøkuligum málum
- Vegleitt fyritøkum í arbeiði við orðan og gjøgnumføring av rúsevnispolitikki.
Vilt tú vita meir um fyribyrgjandi arbeiðið, ber til at seta teg í samband við okkum á tlf. 470 700 ella á teldupost
blakross@blakross.fo.