Blákrossblaðið í netútgávu

18 mar 2011 kl 17.06 | admin
  Blákrossblaðið í netútgávu
Blákrossblaðið nr. 4/2010 trýst her

Í blaðnum kanst tú millum annað lesa um Per, sum er avvarðandi hjá rúsmisnýtara, og hvussu hann upplivdi jólini sum barn. Somuleiðis er samrøða við Sólborg Dulavík, har hon greiðir frá um tíðina á Blákrossheiminum, frá tí tað opnaði í 1984, og til hon legði frá sær í 2001.

Umframt samrøður, hevur Hjalmar Hansen skrivað tvær viðkomandi greinar um rúsdrekka og um avgjaldskrøvini hjá Rúsuni.

Blákrossblaðið er ókeypis, og kemur út fýra ferðir um árið. Um tú ikki fært blaðið sendandi, so ber til at ringja til skrivstovuna hjá Bláa Krossi á tlf. 470700, ella við at senda ein teldupost til kj@blakross.fo.

 
 

Slóðir
Altjóða Blái Krossur
Blái Krossur Noreg
Blå Kors Danmark
Fleiri slóðir..
Lívssøgur
Lívssøga Jákups
Lívssøga Annika
Lívssøga Jónhildu og Gullak
Fleiri lívssøgur..
Samband
E-post
Facebook