Talgilt mannakorn
30 apr 2011 kl 14.44 | admin
Tú kanst tekna teg til mannakorn-tænastuna hjá Bláa Krossi við at trýsta her
Bíblian verður nógv lisin av føroyingum, bæði høgum og lágum, ungum og eldri, kvinnum og monnum, burturi og heima. Men heimsins mest lisna bók er drúgvur lestnaður, tí hon telur ikki færri enn 1236 síður. Tey flestu orka tí ikki at lesa alla bókina út í eitt.
Tí verða ymiskir hættir nýttir til tess at fáa nakað úr henni hvønn dag. Nøkur lesa t.d. ein kapitul hvønn dag, onnur lesa úr onkrari bíbliulesiætlan, meðan onnur taka sær eitt ella fleiri pappír mannakorn, ið kunnu keypast í handlum.
Tænastan frá Bláa Krossi, ið er ókeypis, er ein dagføring av gomlu mannakornunum samsvarandi við tíðarrákið í dag, ið skiftir pappír út við teldupostar. Talgilda mannakornið kemur sum teldupostur hvønn yrkadag.