Annika er uppvaksin við foreldrum, ið høvdu stórar rúsdrekkatrupulleikar. Hetta hevur havt nógvar keðiligar avleiðingar og sett djúp spor í alt hennara lív. Í dag hevur hon tað kortini gott saman við manni og børnum, men hon ynskir ikki at hennara børn ella onnur børn skulu upplivað somu ræðuleikar sum hon. Tí vil hon í dag vera eitt talirør fyri børnini og sigur m.a. at alt ov lítil orka verður sett av fyri at hjálpa serliga børnum, ið varða av rúsmisnýtarum.
Blái Krossur hevur havt samrøðu við eina kvinnu, sum vaks upp í einum heimi, ið helst ikki líkist flest øðrum heimum. Longu tíðliga í barnaárunum, kom heimið at verða merkt av óskili, tí rúsdrekkað gjørdist ein fastur partur av gerandisdegnum.
Flestu fólk eru ikki heilt greið yvir, hvat ein tílík tilvera inniber, og hava ilt við at skilja, hvussu tað er at vera barn í einum heimi, har bæði foreldrini hava stórar rúsdrekka trupulleikar. Hvat hevur eitt tílíkt lív at siga fyri eitt barn? Og hvønn týdning kemur tað at hava fyri barnið víðari í lívinum?
Verður nakað gjørt fyri at hjálpa hesum børnum, og hvussu nógv eru tey?
Byrjaði ikki so galið, men...
Annika er fødd og uppvaksin úti á´bygd, og minnist ikki til annað enn, at hon hevði tað gott tey fyrstu barnaárini. Sjálvandi minnist hon, at foreldrini onkuntíð drukku, men ikki soleiðis, at tað nervaði hana nakað serligt. Hvat síðani hendi er ilt at siga, tí nakað eftir, at hon var byrjað í skúlanum, fóru foreldrini hvør sína leið, og rúsdrekka gjørdist ein fastur partur
av gerandisdegnum. Stutt eftir flutti Annika við lítlusystrini og mammuni til høvuðsstaðin at búgva, men ikki kann sigast, at støðan broyttist til tað betra.
Einki stuttligt at koma heim
Annika kom at ganga í skúla í høvuðsstaðnum, og fekk nýggj og góð vinfólk at verða saman við. Hóast umskifti broyttist støðan í heiminum ikki til tað betra, heldur tvørturímóti.
Mamman drakk framvegis nógv, og hetta merkti sjálvandi allan gerandisdagin hjá teimum. Annika undrast í dag yvir, hvussu alt hevur kunnað borið til og heldur, at tað mangan hevði verið trupult, um ikki hon hevði havt so góð vinfólk at hella seg afturat.
- Tað er einki stuttligt at koma heim úr skúlanum ein vanligan dag og síggja mammu sína fulla. Hetta uppliva flest onnur børn ikki, men eru heldur von við teir tryggu karmarnir í heiminum, har foreldrini taka ímóti børnunum, hjúkla fyri teimum og steingja allar trupulleikar úti, sigur Annika.
Royndi at vera fitt, men einki hjálpti
Annika kann tó ikki siga, at tær báðar systrarnar ikki hava fi ngið kærleika heima. Hon er hinvegin sannførd um, at mamman altíð hevur elskað tær, men fólk broytast ótrúliga nógv av
rúsdrekka. Hon sigur, at mamman var ein heilt annar persónur, tá hon hevði drukkið, og at hon til tíðir mest sum ikki kendi hana aftur. Hartil kemur eisini, at full fólk ofta siga okkurt, ið
vanliga ikki verður sagt og hesum duga børn ikki at skilja mun á.
- Hetta hevur ofta við sær, at børnini fáa skuldarkenslu og føla onkursvegna, at tey eru orsøkin til at foreldrini drekka, sigur Annika. Hon greiðir víðari frá, at hon ofta hugsaði, at um hon var ein"fitt genta", og ikki segði mammu síni ímóti, fór hon ikki at drekka dagin eftir. Hetta verður til eina ónda ringrás, tí onki hendir og skuldarkenslan bara veksur.
Fasadan var altíð í lagi
Samstundis sum alt hetta gekk fyri seg, eydnaðist tað tó mammuni at halda "fasaduna" so hvørki skúli, sosialir myndugleikar ella fólk yvirhøvur vistu, hvussu støðan var. Børn eru jú eisini góð við síni foreldur, og vilja ikki seta tey í ringt ljós, men heldur skava útyvir. Annika minnist tó, at mamman ofta plagdi at biðja hana ringja til arbeiðsplássið, fyri at siga frá, at mamman var sjúk, tí at hon hevði drukkið.
Breyt seg inn til mammuna
Serliga ein hending stendur serliga fast í minninum hjá Anniku. Hon minnist eitt kvøldið sum 10 ára gomul, at mamman hevði stongt seg inni á kamarinum. Eftir at hava staðið og
banka og rópt eina løtu, gjørdi hon av at bróta seg inn gjøgnum hurðina. Eftir tógvið stríð eydnaðist henni at sleppa inn og har fann hon mammuna liggjandi avdottna á gólvinum. Mamman hevði skorið seg sera illa av fallinum, og bløddi tí ógvisliga. Annika gjørdi av at ringja eftir sjúkrabilinum, og teir vóru skjótir á staðið. Ilt er at ímynda sær tað einsemi, hesar báðar smágenturnar upplivdu, tá sjúkrabilurin løtu seinni fór avstað við mammuni, og tær
báðar stóðu einsamallar eftir.
Tá Annika nú situr og hugsar um hesar hendingar, er hon sannførd um, at onkur hevur vitað um trupulleikan, men tað hevur ongantíð verið gjørt nakað við tað. Hon minnist, at hon einaferð sum 14 ára gomul rýmdi heimanífrá í tríggjar dagar, tí at hon ikki orkaði meir. Í hesum tíðarskeiðnum setti hon seg í samband við barnaverndina fyri at fáa hjálp, og eftir eina samrøðu fór barnaverndin at vitja mammuna.
Hvat síðan hendi, veit hon ikki, men meira varð ikki gjørt burturúr málinum. Hon sigur, at hon bert sat eftir við eini kenslu av, at ongin trúði tí hon hevði sagt.
Royndi rúsdrekka og stuldur
Støðan broyttist einki næstu árini, og tær báðar genturnar royndu at klára seg sum frægast. Tá Annika sum tannáringur, byrjaði at ganga úti um kvøldarnar saman við vinfólkunum, royndi hon eisini sjálv rúsdrekka eitt tíðarskeið. Tó sigur hon, at hetta ongantíð varð nakað, sum fangaði hana nakað serligt, tvørturímóti fekk hon við tíðini alt meiri andstygt fyri hesum og fann skjótt út av, at hon ikki ynskti at liva soleiðis.
Hinvegin vóru aðrir trupulleikar, hon sigur, at í mun til onnur børn, fingu tær báðar lítið og einki frá mammu síni t.d. fingu tær smærri jólagávur og vóru ikki og ferðaðust við foreldrunum sum onnur børn, rætt og slætt tí at allur peningurin varð nýttur til rúsdrekka.
Hetta hevði eitt tíðarskeið við sær, at Annika byrjaði at stjala. Hon veit ikki rættiliga sjálv, hví hon gjørdi tað, men møguliga var tað kenslan av, at hon sjálvdan fekk tað, sum onnur fingu. Alt hetta hevur Annika tó gjørt upp við fyri mongum árum síðani og er sannførd um, at hetta var ikki nøkur gongd leið fyri hana.
Hevur familju, vinir og persónligan frelsara
Í dag er Annika, sum hon sjálv sigur, gift við besta manni í verðini og eigur trý fantastisk børn, sum fylla nærum alt í hennara lívi. Hon sigur eisini, at tað at hon er persónliga trúgvandi, hevur verið henni ein ótrúlig hjálp, og hon veit ikki, hvar hon hevði verið í dag, um hon ikki hevði sín frelsara.
- Eg havi eisini havt ein ótrúliga góðan vinarskara og eina fantastiska ommu, sum hevur verið mær ein góður stuðul øll hesi árini. - Eisini tosi eg nógv við systur mína um alt tað, sum eg gangi og hugsi um og tað er ein tørvur, sum vit báðar hava. Eg hugsi mangan um,
at tað eru nógv børn í dag, sum eru í somu støðu, sum vit vóru og ongan góðan hava; tað má vera ræðuligt, sigur Annika.
Elski framvegis mammu
Víðari sigur Annika, at hon hevur tað gott í dag og er sera glað fyri lívið. - Í dag er tað týdningarmikið fyri meg at hugsa um nútíðina og ikki dvølja ov nógv við tað, sum hoyrir fortíðini til. Eg tosi framvegis nógv við mammu mína og elski hana enn, tí hon er mamma
mín og harvið ein stórur partur av mínum lívi. Eisini veit eg, at hon er góð við okkum og dugi ikki at síggja nakra meining í at venda henni bakið.
Heldur vil eg læra meg at liva við, at hon er sum hon er, sigur Annika. Tó heldur hon tað mangan vera trupult at lata vera við at hugsa um, hvussu mamman hevur tað og hvar hon er. – Men eg noyðist at hugsa um mítt egna lív eisini, og ikki minst um børnini, sigur hon.
Hjartað bløðir fyri børnunum
Annika hugsar nógv um børnini. - Mítt størsta ynski er, at míni børn skulu hava eitt trygt og gott heim, har tey aldri uppliva nakað av tí sama, sum eg havi upplivað. Eg kenni tað sum mína skyldu sum foreldur at skapa mínum børnum góð og trygg kor, og
ein gerandisdag fyltan av kærleika og umsorgan, soleiðis at tey seinni kunnu sita við góðum og kærum minnum um heimið, sigur hon.
Víðari heldur hon ongan iva vera um, at tað, sum hon hevur upplivað gjøgnum barnaárini, hevur sett síni spor í hennara vaksna lívi og hetta ynskir hon ikki øðrum.
- Eg hugsi nógv um míni børn, men onkursvegna kann eg ikki lata vera við, eisini at hugsa um onnur børn. Tá eg síggi onnur børn, hugsi eg mangan um, hvussu tey munnu hava tað, um foreldrini taka sær væl av teimum og geva teimum tann kærleika og tryggleika, sum eitthvørt barn hevur uppiborið.
- Mítt hjarta bløðir, tá eg síggi børn, sum hava tað ringt og eg óttist fyri, at tey eru nógv fl eiri enn vit halda, sigur Annika.
Gera ov lítið fyri at hjálpa børnunum
Annika heldur, at rúsdrekka hevur oyðilagt mong menniskju og mong heim gjøgnum árini og ger tað enn. - Rúsmisnýtarar eru í eini ræðuligari støðu, men tað eru sanniliga eisini øll
tey mongu, sum varða av. Eg haldi, at vit gera alt ov lítið fyri at hjálpa og lætta um hjá børnunum, ið varða av misnýtarum og eg haldi, at tað er har vit eiga at seta mestu orkuna inn, sigur hon.
- Ikki so at skilja, at vit ikki eiga at hjálpa rúsmisnýtarum, men eg haldi, at tað altíð eru børnini, sum standa eftir sum teir stóru tapararnir. Børn eiga at fáa teir bestu karmarnir sum hugsast kunnu, bæði frá foreldrum og myndugleikum, fyri at fáa møguleikan at menna seg í lívinum og ikki minst fáa møguleikan fyri sjálvi at velja, sigur Annika. Hon hevur kortini ikki nakra kollveltandi loysn á hesum trupulleika. - Var tað soleiðis, hevði eg langt síðani gjørt alt tað, sum eg kundi fyri at hjálpa.
Men tíverri sær tað mangan út til, at tá alt kemur til alt, er talan altíð um pengar. Landsins myndugleikar hava sjálvandi mett, at meiri peningur ikki kann setast av til hetta arbeiði, men her haldi eg tað verða neyðugt við eini hugburðsbroyting, tí vit kunnu ikki verða nøgd við tað arbeiði, sum vit gera í løtuni, serliga við atlitið til børnini, sigur Annika at enda.