Lívssøga Jákups

 
Jákup, 35 ár, Misnýtari
 

Eg byrjaði longu at drekka sum 15-16 ára gamal. Talan var kortini ikki um beinleiðis misnýtslu, men tá byrjaði tað so spakuliga. Eg segði ongantíð nei til ein lítlan og segði altíð ja takk til veitslur, tí so kundi eg vera saman við og heilsa uppá mín nýggja "vin" Kong Alhohol! Árini gingu og nýtslan av rúsdrekka øktist dag frá degi. Eg drakk tó ikki á morni ella mitt á degi, men um kvøldarnar og næstan hvørt vikuskifti.

Annars er at siga, at eg eri sonur at tveimum alkoholikarum - so hetta havi eg ikki frá fremmandum...

 
Mamma mín var, um eg so má siga, føddur alkoholikari, og pápi mín gjørdist alkoholikari so við og við.

Tey doyðu bæði bert 55 og 59 ára gomul. Og tað er eingin loyna, at tey doyðu á so ungum aldri vegna alkohol misnýtslu.

Skelkandi...

 
Men so er sonurin vorðin "klókari" og lært av foreldrum sínum?

Nei, als ikki...

Tað ljóðar kanska ófatuligt, men eg havi einki lært í so máta.

Eg gekk í teirra fótasporum og helt áfram har tey sleptu.

Ikki fyrr enn fyri umleið 2-3 mánaðum síðani, kundi eg steðga á og viðganga at eg var vorðin alkoholikari. Ein dagin hugdi eg í spegilin og segði við meg sjálvan: "Hey, eg eiti Jákup og eg eri alkoholikari".

 
Frammanundan kundi eg við neyð og deyð viðganga, at eg kanska drakk í meira lagi. Men so avgjørt ikki at eg var bundin at rúsdrekka.

Mín trongd eftir rúsdrekka gjørdi, at gentan hjá mær í 5 ár, rýmdi frá mær tí at hon orkaði ikki meira.

 
Nakað seinni hitti eg KVINNUNA í lívi mínum - hvørki meira ella minnið!

Tá ið ein tíð var fráliðin, byrjaði hon at "forfylgja" mær og hon skrivaði mær eisini eitt langt bræv.

 
Eg svaraði henni ikki, tí at MÆR feilti jú einki. Tað var HON sum hevði allan feilin - trúði eg!

Hon gjørdist við barn og eg gleði meg til at verða pápi.

Ein deiligur sonur er á veg við deiligastu kvinnu í heiminum - what can go wrong?

A lot...

 
Enn eitt bræv frá gentu míni, men eg fati einki av hesum og spyrja hví?

Drongurin verður borin í heim og tað var ein sera stór og rík løta.

Nú havi eg ALT í lívið mínum.

Dreymagentuna, ein elskuligan son, eina super íbúð og egna fyritøku.

 
Tíðin rennur og mín misnýtsla økist í hvørjum.

"Frúan" roynir at tosa við meg um mína misnýtslu og dregur meg enntá við sær til "samtalu-terapi" - men einki hjálpir.

 
Tað endar sjálvandi við einum braki og eg flyti.

Misnýtslan heldur sjálvandi áfram, tí at tað er jú ikki EG, ið havi ein trupulleika, men øll HINI!?

Hvussu býttur kann man tilláta sær at vera?

 
Men sum áður nevnt, so havi eg nú sæð veruleikan í eyguni, og viðgingið, at mær tørvar serkøna hjálp.

Eg megni at vera edrúur, men eg merki eisini, at alkohol-djevulin liggur og lúrur, tilreiðar at leypa á nær tað skal vera.

Eg øtist yvir tað vald, alkoholið hevur í mær.

Ja, so stórt, at tað enntá kann køva kærleikan.

 
Eg elski sonin hjá mær og eg elski fyrrverandi gentu mína av øllum mínum hjarta.

Eg viðgekk bara ov seint, at tað var EG sjálvur ið var trupulleikin og ikki øll hini.

 
Í løtuni er støðan tann, at eg eri fluttur í egna íbúð og eri edrúur av berum treiskni.

Eg gangi í sjálvhjálparbólki og fái har góðan stuðul og vegleiðing.

Eg taki ein dag ísenn og vil nú virka fyri, at "frúan" og eg finna saman aftur, tí at hon er kærleikin í lívið mínum.

 
Eg veit, at tað krevur sín mann og hart arbeiði um hetta skal eydnast.

Men eg kenni tað soleiðis, at eg má gera eina roynd og so bert vóna, at tað fer at eydnast.

 
Bestu heilsur og góð ynskir til tykkum øll.
 
Jákup (dulnevni)
 
 

Slóðir
Altjóða Blái Krossur
Blái Krossur Noreg
Blå Kors Danmark
Fleiri slóðir..
Lívssøgur
Lívssøga Jákups
Lívssøga Annika
Lívssøga Jónhildu og Gullak
Fleiri lívssøgur..
Samband
E-post
Facebook