Menniskju- og diakonifatan


Menniskju- og diakonifatan eru grundarsteinar undir Blá Kross arbeiðinum og eiga at verða livandi og nærverandi hjá øllum, sum á ein hvønn hátt vara av arbeiðinum, tað veri seg sum nevndarlimur, starvsfólk ella sjálvboðin. Tey, vit samstarva við, hava eisini gagn av greitt at vita, hvat vit standa fyri.

Sum felagsskapur, ið byggir á kristið grundarlag, eigur okkara menniskju- og diakonifatan at verða sjónlig gjøgnum okkara arbeiði. Bæði tá tað snýr seg um fráhaldsarbeiði og hjálpararbeiði. Kristna trúgvin er ikki einans orð, men eisini gerningar – tænasta fyri medmenniskja. Ígjøgnum arbeiðið hjá Bláa Krossi ynskja vit at geva kristnum ein góðan møguleika at sýna trúgv í verki til gangs fyri onkran, sum líður.

Niðanfyri eru leinkir, við lesiligum tilfari, sum hava við menniskju- og diakonifatan at gera:

Bóklingurin: Menniskju- og diakonifatan

Strika Frágreiðing
Les pdf (400 KB)
 
 

Slóðir
Altjóða Blái Krossur
Blái Krossur Noreg
Blå Kors Danmark
Fleiri slóðir..
Lívssøgur
Lívssøga Jákups
Lívssøga Annika
Lívssøga Jónhildu og Gullak
Fleiri lívssøgur..
Samband
E-post
Facebook