Endurnýtslan

Endurnýtslan er handil og verkstaður á Glyvrum, ið Blái Krossur lat upp í januar 2012.

Ímeðan Blákrossbúðirnar leggja seg einamest eftir at selja góð og brúkt klæðir, selur Endurnýtslanbrúkslutir av øllum handa slag, so sum borð, stólar, lampur, sengur og súkklur. Í hølunum á Bakka (beint við síðuna av Bakkafrost) á Glyvrum verður eisini verkstaður, har fólk kunnu koma saman at taka hond í og umvæla lutir, og samstundis hava tað hugnaligt saman. Alt hetta verður rikið av sjálvbodnum.

Handilin er opin týsdag og fríggjadag frá kl. 13.00 til 17.30 og annars, tá fólk er á verkstaðnum.

Endamálið
Endamálið við Endurnýtsluni er, sum við Blákrossbúðunum, at fáa inntøkur til fjølbroytta virksemi hjá Bláa Krossi. Harumframt er tað eisini eitt sosialur virksemi, ið gagnar umhvørvinum og gevur fólki møguleika at keypa ymiskt fyri ein bíligan penga.

Lata lutir til endurnýtsluna
Umframt at borgarar kunnu lata lutir til endurnýtsluna, ið tey ynskja at sleppa av við ella bert fyri at stuðla virkseminum hjá Bláa Krossi, so samstarvar Blái Krossur eisini við kommunurnar við Skálafjørðin um hesa verkætlan.

Við ruskplássið hjá Runavíkar Kommunu í Rókini er sett ein bingja, ið er merkt ‘Blákross bingjan’. Hendan bingjan er opin, tá ruskplássið er opið og er ætlað til lutir, sum kunnu endurnýtast. Á ruskplássunum hjá Nes Kommunu á Toftum og Sjóvar Kommunu á Hulki kunnu endurnýtslu lutir latast til umsjónarmannin á staðnum.

Lutirnir kunnu krevja ábøtur ella hava smábrek. Talan kann vera um eitt nú:
   - stólar, borð, sengur, sofur, hillar, lampur, súkklur, radio, sjónvørp,
     amboð, leikur

Lutir í góðum standi, sum ein ynskir at sleppa av við, kunnu eisini setast í bingjuna. Allir lutir, sum koma í bingjuna ella verða latnir umsjónarmanni, verða eftirkannaðir. Teir lutir, sum verða umvældir, verða seldir í endurnýtsluhandlinum hjá Bláa Krossi.

Sjálvboðin starvsfólk
Ynskir tú at hjálpa til í Endurnýtsluni á Glyvrum kanst tú ringja til tlf. 470 700 ella senda teldupost til blakross@blakross.fo.

Endurnýtlsan hevur telefon nr. 770 720.

 
 

Slóðir
Altjóða Blái Krossur
Blái Krossur Noreg
Blå Kors Danmark
Fleiri slóðir..
Lívssøgur
Lívssøga Jákups
Lívssøga Annika
Lívssøga Jónhildu og Gullak
Fleiri lívssøgur..
Samband
E-post
Facebook