Stuðla


Um tú ynskir at stuðla hjálpar- og fyribyrgingarbeiðinum hjá Bláa Krossi, ber til at flyta eina upphædd á eina av niðanfyri nevndu konti:
 
  • Eik Banki nr. 9181-495.393.4
  • BankNordik nr. 6460-419.693.9
  • Norðoya Sparikassi nr. 9865-101.533.2

Skipaða gevaratænastu til Bláa Kross
Hví hava skipaða gevaratænastu til Bláa Kross? Bíblian eggjar okkum til at geva. Í 2. Kor. 9,7 stendur: " Ein og hvør gevi, eins og hann hevur sett sær fyri í hjarta sínum, ikki av óhugi ella av neyð; tí at Gud elskar glaðan gevara."
Fastir gevarar - ella skipað gevaratænasta (t.d. 100 krónur um mánaðin) - gevur okkum betri møguleika at leggja tilrættis arbeiði okkara.
 
Betri er at fáa hetta avgreitt beinanvegin, áðrenn tað verður gloymt.
Set tygum í samband við okkum á blakross@blakross.fo ella við at ringja til skrivstovuna 470 700.
 
Stuðla ávísum parti av arbeiðinum:
Blái Krossur hevur fjølbroytt virksemi. Ynskir tú at stuðla ávísum parti av arbeiðinum, t.d. Kafé Blákrossstovuni, Blákrossheiminum ella fyribyrgjandi átøkum, so er hetta eingin forðing. Tú skal bert viðmerkja hvønn part av arbeiðinum tú ynskir at stuðla, so kemur peningur á rætta stað.

Lýsingar:
Blái Krossur Føroya gevur besta møguleika at lýsa á heimasíðu okkara, í Blákrossblaðnum,  og í ymiskum prentlutum. Vit gera avtalu fyri fyritøkur um lýsingar. Hava tit spurningar, eru tit eru vælkomin at seta tykkum í samband okkum t-post: blakross@blakross.fo

Brúkt frímerkir:
Blái Krossur tekur ímóti brúktum føroyskum frímerkjum. Hesi vera seld frímerkjasavnarum uttanlands.

Klipp umleið 1 cm kant frá frímerkinum ella send okkum heilsar brævbjálvar. Frímerkir kunnu latast inn í eina av Blákrossbúðunum ella sendast til skrivstovuna, Heiðavegur 32, 600  Saltangará.

 
 

Slóðir
Altjóða Blái Krossur
Blái Krossur Noreg
Blå Kors Danmark
Fleiri slóðir..
Lívssøgur
Lívssøga Jákups
Lívssøga Annika
Lívssøga Jónhildu og Gullak
Fleiri lívssøgur..
Samband
E-post
Facebook